Maria Moy er ómetaliga týdningarmikil í kristnutrúarlæruni. Íkatólsku kirkjuni er hon týdningarmestahalgimenni, og er sum einasta menniskja saman viðJesusi, fødd uttan synd[1]. Íortodoksu kirkjuni hevur hon eisini fyrstaplássið av halgimenninum, men er ikki ósmitta av syndini[2].
Maria Moy er einasta menniskja saman viðPontius Pilatusi, sum verður nevnd í gomlu játtunarritunumApostólsku trúarjáttanini ogNikenukonstantinopolitansku trúarjáttanini. Orsøkin er hennara samband við Jesusi. Hon er móðir hansara. Og júst hetta er tað, sum gjørdimariulæruna so týdningarmikla ífornkirkjuni. Jesus var ikki bert ein andi ella líknandi, so sum ymiskargnostiskar rørslur vildu vita av; nei, hann var eisini eitt satt, likamligt menniskja - føddur av eini kvinnu. Tó var hann ikki bert eitt menniskja, hann var eisini heilt og fult Guð. Tí kallaðist Maria Moy Guðs móðir ellatheotokos (hon, sum berur Guð)[3].
Fleiri dagar hava verið hildnir til minnis um ymiskar hendingar í lívinum hjá Mariu Moy, íFøroyum m.a.mariumessa um várið (25. mars) til minnis um at henni varð boðað, at hon skuldi beraJesus í heim,mariumessa (15. august) til minnis um himmalferð hennara, ogmariumessa um heystið (8. september) hildin sum føðingardagur hennara.