Maria, við frábrigdum, er mest brúkta konufólkanavn íkristna heiminum; við hvørt hevur tað kortini verið hildið ov heilagt til fólkanavn, og tað man vera grundin til, at tað hevur verið lítið brúkt íNorðurlondum í miðøld. Fleiri kvinnur íNýggja Testamenti og eitt ótal av halgikvinnum hava itið Maria; tann kendasta og tann, sum fyrst og fremst hevur gjørt navnið so umtókt, er sjálvandiMaria Moy, mammaJesus; aðrar kvinnur íNýggja Testamenti eruMaria Magdalena, sumJesus rak sjey illar andar úr, og sum síðani fylgdi honum, ogMaria úr Betánia, sum salvaði føturnar áJesusi; fleiri dagar hava verið hildnir til minnis um ymiskar hendingar í lívinum hjáMariu Moy, íFøroyum m.a.mariumessa um várið (25. mars) til minnis um at henni varð boðað, at hon skuldi beraJesus í heim,mariumessa (15. august) til minnis um himmalferð hennara, ogmariumessa um heystið (8. september) hildin sum føðingardagur hennara.
Maria er vanligasta konufólkanavnið í Føroyum[1].
Kendar kvinnur sum eita Maria: