Movatterモバイル変換


[0]ホーム

URL:


Jump to content
WikipediaHin frælsa alfrøðin
Leita

Mann

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst fráMan)
Ellan Vannin
Isle of Man
Flagg Mann
(Flagg Mann)
Skjaldarmerki Mann
(Skjaldarmerki Mann)
Tjóðarslagorð: Quocunque Jeceris Stabit
Tjóðsangur: Arrane Ashoonagh dy Vannin
Alment málEnskt,Manskt
HøvuðsstaðurDouglas
DrotningElisabeth II
ForsætisráðharriDonald Gelling
FullveldiOnki
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
572 km²
0 %
Íbúgvar
 - tilsamans2011
 -tættleiki
 
84 497
148/km²
GjaldoyraIsle of Man pound (GBP)
TíðarøkiUTC +0
Økisnavn á alnetinum.im
Telefonkota+44-1624

Isle of Man,Mann ellaMon sum hon eisini verður nevnd (Ellan Vannin ámanskum), er sjálvstýrandi oyggj íÍrska sjónum, men undirenskum kongadømi. Stjórnin á oynni eitur Tynwals, og her verða summar týðandi avgerðir tiknar. Upprunamálið er manskt -keltisk mál, sum næstan er útdeytt og bara verður talað við hátíðarligt høvi. Oyggin hevur áður havt sjálvræði. Árini 1405 til 1765 var oyggin Man sjálvstøðugt kongsríki.

Ímiðøld var oyggin undir norskum valdi. Enn eru staðanøvnini mest øllnorrøn.

Søga

[rætta |rætta wikitekst]

Høvuðsgrein:Manns søga

Søgan hjá Mann er elligomul. Viðurskiftini millum tað keltiska fólkið á Mann og norrøna niðursetufólkið tykjast at hava verið nógv friðarligari enn íÍrlandi. Staðanøvnini siga, at har hevur verið nógv norrøn búseting. Tann fyrsti kendi norski kongurin á Mann doyði í 976. Mannríkið tykist við hvørt at hava verið í samgongu viðDublin-ríkið, men ofta í kríggi viðOrnoya-ríkið, serliga um valdið yvir oyggjunum vestanfyriSkotland. Stjórnar-, rættar- og verjuskipanin hevði uttan iva norska fyrimynd og er varðveitt til dagin í dag, hóast oyggin í 1405 sjálvboðin gav seg undirHeindrik IV bretakong. Tingið við 24 limum kom saman á Tingvallaheygnum. Tá ið norðmenninir á Mann høvdu tikið við kristindóminum onkuntíð um ár 900, fóru teir at nýta gravkrossar, við rúnainnskriftum ánorskum.

Oyggin var longu bygd, áðrennkeltar komu tilbretsku oyggjarnar, og hon hevði sína frælsu og óheftu skipan fram til1765, táDuke John av Atholl varð kroystur at seljaensku krúnuni síni rættindi fyri 70.000 sterlingpund. Við hesi sølu fekkStóra Bretland fult vald at krevja inn allan toll á oynni og tryggja, atNavigation Act varð upphildin eisini á Mann. Manbúgvar noyddust eftir hetta at venda aftur til gomlu vinnuvegirnar, landbúnað, fiskivinnu og námsvinnu, blýggj og kol. Frammanundan hesi sølu varð mett, at Manbúgvar árliga stóðu fyri eini smugling, ið snýttibretsku krúnuna fyri virðir, sum svara til góð 300.000 pund.Ryberg royndi at flyta henda handil tilFøroya.

Politikkur

[rætta |rætta wikitekst]

Høvuðsgrein:Manskur politikkur

Mann er ikki eitt heimastýri. Mann er eitt sjálvstøðugt ríki í kongsfelagsskapi viðOngland.Gordon Brown hevur einki at siga í Mann. Men tað hevur enska drotningin harafturímóti. Mann er fullkomiliga sjálvstøðugt, men er tó ikki viðurkent av altjóða samfelagnum sum fullveldisríki.

Mentan

[rætta |rætta wikitekst]

Høvuðsgrein:Mansk mentan

Gamla gæliska talumálið,manskt bleivð avloyst avenskum í19-du øld.

Landafrøði

[rætta |rætta wikitekst]

Høvuðsgrein:Mansk landafrøði

Mann liggur íÍrlandshavinum, einar 50 km suður úrSkotlandi og einar 75 km eystur úrNorðurírlandi. Oyggin er 572 ferkilometrar til støddar, t.e. nakað sumStreymoy,Vágoy ogKalsoy til samans. Høvuðsstaðurin,Douglas, liggur miðskeiðis á eystursíðuni á oynni.

Búskapur

[rætta |rætta wikitekst]

Høvuðsgrein:Manskur búskapur

Sí eisini

[rætta |rætta wikitekst]

Bøkur

[rætta |rætta wikitekst]
  • G. V. C. Young:The Isle of Man and the Faroe Islands - two similar countries. Peel, Isle of Man: The Mansk-Svenska Publishing Co., 1980. - 11 s., 4 tlv. (kort)
  • Peter Wade-Martins:TheManx Loghtan story : the decline and revival of a primitive breed. Ashford: Geerings of Ashford, 1990. - 110 s. : myndir (summar í litum)
  • Godfrey Baldacchino and David Milne:Lessons from the political economy of small islands. the resourcefulness of jurisdiction. - Basingstoke: Macmillan, 2000. - xxiii, 267 s. (Áland, Føroyar, Ísland, Mann, Nýfundland, Prince Edwardsoy)

Ávisingar úteftir

[rætta |rætta wikitekst]
Lond
Sjálvstýrandi øki
1. Landlutvíst íAsia.   2. Landafrøðiligani íAsia, men ofta roknað sum partur avEvropa av mentanarligum og søguligum ávum.
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
Heintað frá "https://fo.wikipedia.org/w/index.php?title=Mann&oldid=377221"
Bólkar:
Fjaldur bólkur:

[8]ページ先頭

©2009-2025 Movatter.jp