Movatterモバイル変換


[0]ホーム

URL:


Jump to content
WikipediaHin frælsa alfrøðin
Leita

Mais

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Á ovurvíðu fløtunum íIowa eru akrar, so langt eygað sær. Kornsløgini, teir dyrkað, eru m.a. bygg, havri, hveiti og mais.

Zea mays 'Ottofile giallo Tortonese'
Zea mays 'Strawberry'

Mais er eittkornslag, og víða hvar í verðini hevur mais stóran týdning. Hon veksur við næstan somu treytum sumhveiti. Mais krevur tó eitt sindur meira hita. Ilt er at seta tøl á, tí nógv eru sløgini, og tey eru sera ymisk, tí tey hava lagað seg til ymisk vakstrarlíkindi, ella eru líkindini lagað til teirra. Eitt nú eru tey maissløg, sum vaksa íDanmark, krossað av øðrum maissløgum og soleiðis tillagað vakstrarlíkindunum í Danmark. Mesta maisøkið er tó í landslutunumIowa,Illinois ogWisconsin í USA. Onki land flytur út so nógva maisi sumUSA og har verður velt meira enn helvtin av øllum maisi í heiminum. Har veksur umleið helmingurin av heimsins mais. Mesta fólkið í t.d. Iowa livir av jørðini. Har vaksa m.a. bæði mais og hveiti. Bøndurnir velta óføra nógv av mais; einki land í USA heystar so nógva mais sum Iowa. Tað mesta avkorninum verður selt til onnur lond. Óføra væl fruktar á fløtuni í Iowa; har veksur t.d. bæði mais og hveiti. Á slættlendinum í USA velta teir eisini t.d. havra, rug og hveiti; summir bøndur hava eisini víngarðar. Har kann sigast, at jarðarbrúkið er fjøltáttað, og tríggir fjórðingar av maisini verðar nýttir til djórafóður. 

Sama mannagongdin er í t.d.Argentina íSuðuramerika, har maisin verður dyrkað millum býirnar Rosario, Bahia Blanca ogBuenos Aires. Eisini har verður maisin nýtt at fita neytini av fløtunum vestanfyri. Úr Argentina verður nógv mais eisini seld til djórafóður til m.a.Norðuramerika ogVesturevropa.

Mais skal hava nógvan sól at vaksa og búnast.


Framleiðsla í 2013[1]
(sbrt.FAO)
LandFramleiðsla (tons)
USA USA353,699,441
Fólkalýðveldið Kina Kina217,730,000
Brasil Brasil80,516,571
Argentina Argentina32,119,211
Ukraina Ukraina30,949,550
India India23,290,000
Meksiko Meksiko22,663,953
Indonesia Indonesia18,511,853
Frakland Frakland15,053,100
Suðurafrika Suðurafrika12,365,000
Heimurin1,016,431,783
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
  1. http://faostat3.fao.org/faostat-gateway/go/to/browse/Q/QC/E
Heintað frá "https://fo.wikipedia.org/w/index.php?title=Mais&oldid=355270"
Bólkar:

[8]ページ先頭

©2009-2025 Movatter.jp