Movatterモバイル変換


[0]ホーム

URL:


Jump to content
WikipediaHin frælsa alfrøðin
Leita

Lucille Ball

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Lucille Ball
Lucille Ball í 1944.
Fødd(ur)Lucille Désirée Ball
(1911-08-06)august 6, 1911
Jamestown,New York,USA.
Andaðistapríl 26, 1989(1989-04-26) (aldur 77)
Beverly Hills,Kalifornia,USA
Deyðsorsøk
Hjartatilburður/æðraslit
Onnur nøvnLucille Ball Morton
Lucille Ball Arnaz
Diane Belmont
Lucy Ball
Lucy Arnaz
Lucy Morton
StarvSjónleikarinna
Skemtari
Modell
Virkin ár1932–1989
Hjúnafelagi(ar)
BørnLucie Arnaz
Desi Arnaz Jr.
Undirskrift

Lucille Désirée Ball (6. august191126. apríl1989) var ein amerikonsk sjónleikarinna, skemtari og modell. Hon hevði høvuðsleiklutin í skemtirøðunumI Love Lucy,The Lucy–Desi Comedy Hour,The Lucy Show,Here's Lucy, ogLife with Lucy.[1]

Starvsleið Lucy í stjørnuheiminum byrjaði í1929, tá hon fekk starv sum modell. Stutt eftir tað byrjaði hon at framføra sjónleika íBroadway sjónleikarahúsinum undir pallnavninum Diane Belmont og Dianne Belmont. Lucy hevði nógvar smáar leiklutir í filmum í1930- og1940-árunum, har hon hevði sáttmála við RKO Radio Pictures, ið nýtti hana sum kórgentu, og til líknandi smáar leiklutir. Ímeðan Lucy starvaðist hjá RKO møtti hon kubanska tónleikaranum Desi Arnez. Lucy og Desi giftust í loyndum tann30. november1940.

Í1950-árunum gjørdist Lucy sjónvarpsstjørna. Í1951 skaptu Lucy og Desi skemtirøðinaI Love Lucy, ein sjónvarpsrøð, ið kom til at verða ein av mest elskaðu sjónvarpsrøðum íUSA nakrantíð. Tann17. juli sama ár føddi Lucy fyrsta barn hennara og Desi; eina dóttir, ið fekk navnið Lucie Désirée Arnaz. Hálvt annað ár seinni kom næsta barn teirra í heimin; ein son, ið fekk navnið Desiderio Alberto Arnaz IV, oftast kallaður Desi Arnaz Jr.[2] Lucy og Desi høvdu verið gift í 20 ár tá tey skildu í1960.

Í1962 gjørdis Lucy fyrsta kvinna til at reka eitt sjónvarpsstudio. Studioið fekk navnið Desilu, og framleiddi fleiri vælumtóktar og víðakendar sjónvarpsrøðir. Harímillum kann nevnastMission: Impossible ogStar Trek. Lucy fram við at traðka fram í sjónvarpi og filmum alt sítt lív, men gjørdist tó aldrin líka vælumtókt sum í1950-árunum.

Í seinni árunum var Lucy tilnevnd og heiðrað við fleiri virðislønum. Hon var tilnevnd til Emmy virðislønina trettan ferðir, og vann fýra ferðir.[3] Í1977 gjørdist hon ein av fyrstu vinnaranum avWomen in Film Crystal Award. Hon fekk Golden Globe Cecil B. DeMille virðisløn í 1979,[4] lívsverks heiðursløn frá Kennedy Center Honors í1986,[5] og Governers virðisløn frá the Academy of Television Arts & Sciences í1989.[6]

Lucy doyði 77 ára gomul tann 26. apríl 1989. Lucy hevði fingið hjartatilburð nakrar dagar áðrenn, ið var atvold til æðraslit á meginlívæðrini. Tá hevði hon fingið nýggja meginlívæðr frá einum 27 ára gomlum manni, ið hevði latið lív í eini motorsúkkluvanlukku. Lucy kom fyri seg, men nakrar dagar seinni vaknaði hon við ryggpínu, og misti vit stutt aftaná. Roynt var at fáa lív í hana aftur, men uttan eydnu. Tá hon var flutt á sjúkrahús, vísti tað seg at meginlívæðrin var brotin aftur, og hesu ferð í búkinum.[7] Lucy læt eftir seg børn síni, barnabørn og mann sín, stand-up skemtarin Gary Morton, ið hon hevði verið gift við síðstu 27 árini.

Keldur

[rætta |rætta wikitekst]
  1. "Archive copy".Talgilda eintakið, gjørteftirtí talgilda frumeintakinum, varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2015-07-13.https://web.archive.org/web/20150713101212/http://www.tv.com/people/lucille-ball/biography/.Heintað 2015-06-18. 
  2. http://www.twoop.com/people/lucille_ball.html
  3. "Archive copy".Talgilda eintakið, gjørteftirtí talgilda frumeintakinum, varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2018-06-14.https://web.archive.org/web/20180614072100/https://www.punoftheday.com/lucille-ball.html. 
  4. http://www.awardsandshows.com/features/cecil-b-demille-award-499.html
  5. "Archive copy".Talgilda eintakið, gjørteftirtí talgilda frumeintakinum, varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2015-11-20.https://web.archive.org/web/20151120011512/http://www.kennedy-center.org/programs/specialevents/honors/history.cfm. 
  6. "Archive copy".Talgilda eintakið, gjørteftirtí talgilda frumeintakinum, varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2016-05-01.https://web.archive.org/web/20160501211810/http://www.emmys.com/awards/hall-of-fame-honorees. 
  7. http://articles.latimes.com/1989-04-27/news/mn-1618_1_love-lucy-aorta-emergency-heart-surgery

Slóðir úteftir

[rætta |rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
Heintað frá "https://fo.wikipedia.org/w/index.php?title=Lucille_Ball&oldid=385124"
Bólkar:
Fjaldir bólkar:

[8]ページ先頭

©2009-2025 Movatter.jp