Movatterモバイル変換


[0]ホーム

URL:


Jump to content
WikipediaHin frælsa alfrøðin
Leita

Libanon

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
الجمهورية اللبنانية
Republikkin Libanon
Flagg Republikkin Libanon
(Flagg Republikkin Libanon)
Tjóðarslagorð: Onki
Tjóðsangur: Koullouna Lilouataan Lil Oula Lil Alam
Alment málArábiskt
HøvuðsstaðurBeirut
Forseti
Forsætisráðharri
Fullveldi22. november1943
(fráFraklandi)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
10.452 km²
1.8 %
Íbúgvar
 - tilsamans2022
 -tættleiki
 
5.296.814
560/km²
GjaldoyraLBP
TíðarøkiUTC +2
Økisnavn á alnetinum.lb
Telefonkota+961
Tjóðsangurin
Beirut

Libanon (arábiskt: لُبْنَانLubnān), alment:Republikkin Libanon (arábiskt: اَلْجُمْهُورِيَّة اَللُّبْنَانِيَّةal-Jumhūrīyah al-Lubnānīyah;franskt:République libanaise), er eittVesturasiatiskt land íMiðeystri ið hevur mark tilSýria,Ísrael, ogMiðalhavið. Meginparturin av fólkinum eru arábar, ið hoyra til mangar ymiskar trúarbólkar. Libanon var einaferð mentanar-, fíggjar- og handilsmiðdepilin í Miðeystri. Ósemja ímillum muslimskar og kristnar bólkar elvdi til blóðugt borgarakríggj. Stríðið, ið byrjaði í 1975, legði næstan alt landið í oyði. Friðaravtala varð fingin í lag í 1989, og síðan er vorðið friðarligari í landinum.

Setristræið er tjóðarmerki Libanons og stendur í libanska flagginum. Træið er umrøtt fleiri ferðir í Bíbliuni, og á teimum døgum vóru stórir setrisskógir í líðunum í Libanon. Men nú eru teir næstan høgdir niður; bara nakrar fáar friðaðar lundir eru eftir. Nøkur trø har eru eldri enn 1.500 ár.

Tjóðarrætturin í Libanon er kibbe, gjørdur av lambskjøti, knústari hveiti og leyki, ið verða sligin upp sum knetti og steikt í ovni ella kókað í olju. Søtur bakstur, sum bollar fyltir við nøtum og dadlum og roðaðir í hunangi, er eisini væl dámdur matur.

Fólkið

[rætta |rætta wikitekst]

Libanska fólkið er sum eitt putli spæl av átrúnaðarligum muslimskum og kristnum bólkum, ið aftur eru býttir í mangar trúarflokkar. Størsti kristni bólkurin eru maronittar, ið hava nógv felags við katólsku kirkjuna, aðrir eru griksk-ortodoksa og griksk-katólska kirkjan. Muslimarnir eru sunni- ella sjiamuslimar.

Trúgv drusanna er sprottin av islam og kristindóminum, men verður nú roknað sum sjálvstøðugur átrúnaður. Um 200.000 drusar búgva í Libanon, teir flestu í fjallalendinum fyri sunnan. Teir hava mangar siðir, ið hava til endamáls at verja drusiska samfelagið. Tað er ógjørligt at gerast drusi, ert tú ikki føddur drusi. Eingin drusi kann avnokta sína drusisku trúgv og taka við aðrari trúgv, og drusar hava ikki loyvi at giftast við øðrum enn drusum.

Borgarakríggj

[rætta |rætta wikitekst]

Borgarakríggj var í Libanon í tíðarskeiðnum 1975 - 2000. 14. februar 2005 bleiv fyrrverandi libanesiski forsetinRafik al-Hariri dripin í einari bumbuatsókn íBeirut, 14 onnur lótu eisini lív.

Borgarakríggið oyðilegði týdningarmiklu ferðavinnuna í Libanon. Nú verður roynt at fáa ferðafólk at koma aftur, bæði til baðistrendurnar og at síggja mongu søguligu staðirnar, m. a. býirnar Týros og Sidon (nú Sur og Saida). Fønikar bygdu býirnar fyri 3.000 árum síðan. Teir vórðu viðgitnir í rómverskari tíð fyri glasið og purpurlitin

Áðrenn býurin var skotin í smildur í borgarakrígnum, var Beirut kendur og lívligur heimsbýur, gitin undir navninum "Eysturlendski París", hann var eisini týdningarmesti havnabýur og fíggjarmiðdepil har um leiðir. Nú liggur bæði býurin og búskapurin í býnum í skeljum; men myndugleikarnir hava sett í verk stórsligna ætlan um at byggja býin upp aftur sum fíggjardepil.

Støðan á markinum millum Libanon ogÍsrael hevur verið spent síðani2006, tá bardagar vóru millum ísraelska herin á Hizbollah í Libanon. Hesi árini hava umleið 1200 libanar og 160 ísraelsmenn latið lív í álopum. Ísraelski herurin fór í apríl 2012 undir at byggja ein múr á markinum millum Ísrael og Libanon. Múrurin verður nakrar kilometrar langur og er ætlaður at verja ísraelska býinMetulla ímóti álopum frá byrdumonnum í libanska býnumKfar Kila, sum er beint hinumegin markið. Ísraelska útvarpið sigur, at múrurin verður bygdur sambært avtalu viðST og libanska stjórnarherin.

Býir

[rætta |rætta wikitekst]
Wiki bókstavur w Hendan greinin er einstubbi. Tú kanst hjálpa Wikipedia við atvíðka hann.
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
Heintað frá "https://fo.wikipedia.org/w/index.php?title=Libanon&oldid=378434"
Bólkar:

[8]ページ先頭

©2009-2025 Movatter.jp