Vektin skal vísa, at verja og ákæra skulu nágreiniliga vegast.
Kriminalitetur er øll lógarbrot, ið geva revsing. Vanliga nevna vit alt lógarbrot, tað veri seg herverk ella súkklustuldur, morð ella rán. Summi lógarbrot fara um landamørk. Til dømis yvirgangur, flográn ellarúsevnissmugling. Nógv lond hava sett á stovn felags, altjóða løgreglunaInterpol at berjast ímóti slíkum lógarbrotum. Høvuðssætið hjá Interpol er íParís. Serligar avtalur eru gjørdar landanna millum um, hvussu lógarbrótarar kunnu verða latnir úr einum landi upp í hendurnar á myndugleikunum í øðrum landi.
Í øllum samfeløgum eru fyriskipanir og lógir. ÍFøroyum sigur eina mest revsilógin okkum, hvat ið er ólógligt, men eisini eru nógvar aðrar lógir. Í lógunum stendur, hvussu ið revsað verður. Í revsilógini standa tær vanligu treytirnar, fyri at ein kann revsast. Til dømis er hon soleiðis orðað, at lógaldurin er 15 ár. Tað merkir, at ung yngri enn 15 ár kunnu ikki verða handtikin, dømd ella revsað.Føroya Rættur er okkara dómstólur. Her tekur dómarin støðu til lógarbrotini, til dømis herverk ella stuldur. Dómur kann verða skotin inn fyri landsrættin. Av tí, at dómsvaldið í Føroyum erdanskt, skal danski landsrætturin viðgera slík mál. Tveir landsrættir eru, Vestari landsrættur íViborg og Eystari landsrættur íKeypmannahavn, sum er tann, ið kemur tilFøroya nakrar ferðir um árið at viðgera dómsmál. Summi álvarsmál skulu fyri nevningating. Í nevningatingi eru 12 nevningar og dómari. Nevningarnir gera av, um ákærdi er ósekur ella sekur. Skal ein verða sekur, skulu minst 8 av nevningunum vera samdir um tað. Nevningar saman við dómara áseta revsingina. Ovasti dómstólur í rættarskipanini nevnistHægstirættur.
Fyrr vardeyðarevsing fyri heilt álvarslig lógarbrot, og enn eru mong lond, har summir lógarbrótarar, til dømis drápsfólk, verða avrættað. ÍDanmørk, og tí eisini í Føroyum, varð deyðarevsing tikin av í1930. Fyri álvarsom lógarbrot kunnu fólk nú verða dømd at sita -treytaleys revsing. Tá ið ein tíð er farin, ber til at sleppa út ávísar tíðir. Eisini er vanligt, at fangar, sum skikka sær væl ífongslinum, sleppa út, áðrenn teir hava sitið alla tíðina, teir eru dømdir at sita. Treytað revsing er linari dómur. Tá verður revsingin freistað og fellur burtur eftir ávíst bil, um ákærdi ikki aftur brýtur lógina hetta bilið.