Hon gjørdist heimskend, tá hon hevði ein av høvuðsleiklutunum í sjónvarpsrøðiniNeighbours, sum byrjaði í1986. Eftir at Minogue byrjaði sína lívsleið sum sjónleikarinna, fór hon í1987 í holt við sína lívsleið sum songkvinna. Í sambandi við eina sjónvarpssending við vælgerandi endamáli, sang hon tann gamla vælkenda sangin "The Loco-Motion", tað slóðaði veg fyri einari kontrakt við plátufelagið Mushroom Records. Fyrsta pláta hennaraKylie (1988) og stakfløgan "I Should Be So Lucky" náddu báðar á ovastu rók á bretska hittlistanum.
Í1994 útgav Minogue plátunaKylie Minogue. Fyrsta staklagið av hesi plátuni "Confide in Me" náddi fyrsta plássið í Avstralia og annað plássið í Stóra Bretlandi, umframt at lagið var vælumtókt í fleiri Evropeiskum londum sama árið.
Í 2005 gjørdist Minogue sjúk av bróstkrabba, og orsakað av hesum, noyddist hon at avlýsa fleiri konsertir og ferðir. Árið eftir kom hon sterkt aftur eftir væleydnaða krabbameins viðgerð. Hon hevur allatíðina verið opin um sína sjúku, og hevur varpað ljós á bróstkrabba. Hon hevur eisini fingið viðurkenning fyri sítt arbeiði innan hetta øki.
Minogue hevði seinni stóra sukse í 2000 við staklagnum "Spinning Around" og fløvuniLight Years. Sangurin "Can't Get You Out of My Head" náddi fyrsta plássi í meira enn 40 londum, og fløganFever (2001) var eisini sera vælumtókt í nógvum londum, teirra millum USA.
Minogue hevur til nú (2011) selt meir enn 68 milliónir tónleikaútgávur (album) og umleið 55 milliónir stakløg kring heimin.