Movatterモバイル変換


[0]ホーム

URL:


Jump to content
WikipediaHin frælsa alfrøðin
Leita

Krikkont

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Krikkont

Støða

Minst stúrin
Vísindaflokking
Ríki:Animalia
Fylki:Chordata
Flokkur:Aves
Hópur:Anseriformes
Ætt:Anatidae
Slekt:Anas
Slag:A. crecca
Anas crecca

Krikkont (frøðiheiti -Anas crecca), summastaðni av misgáum kallaðstikkont, er góð at kenna av tí, at hon er so lítil. Steggin tapir einki fyri villdunnusteggjanum í vakurleika, heldur er hann at vinna. Høvdið omaná og tað mesta av hálsinum er reyðbrúnt. Á hvørjum vanganum og haðani langt oman á hálsin er ein stórur fagurt glitrandi grønur litur. Kroppurin er rondutur av fínum svørtum og hvítum strikum, og spegilin er bjart grønur. Bøgan líkist mest villdunnuni, men hevur grønan spegil. Nú á døgum er tað sera sjáldan at finna krikkantarreiður her íFøroyum. Eggini eru nógv, 8—10. Dúnungin er littur sumvilldunnuungi. Reiðrið ger hon sær altíð har, sum vatn er høgligt at koma í.[1]

Sí eisini

[rætta |rætta wikitekst]

Kelda

[rætta |rætta wikitekst]
  1. Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.
Wiki bókstavur w Hendan greinin er einstubbi. Tú kanst hjálpa Wikipedia við atvíðka hann.


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
Heintað frá "https://fo.wikipedia.org/w/index.php?title=Krikkont&oldid=372604"
Bólkar:

[8]ページ先頭

©2009-2025 Movatter.jp