Tíðliga um morgunin tann 24. februar 2022 gjørdiRussland innrás íUkraina. Í flest øllum londum verður russiska innrásin í eystara parti av Ukraina fordømd. Kríggið í Ukraina hevur við sær, at fólk í milliónatalið flýggja til Evropa. Russland krevur váttan fyri, at londini, sum fyrr vóru partar avSovjetsamveldinum, ongantíð gerast limir í NATO. Eisini krevur Russland at NATO-herdeildir verða tiknar út londunum íEysturevropa, sum hava mark við Russland. Eitt annað russiskt krav er, at Vesturheimurin gevst at dubba ukrainska herin við vápnum.
Í 2014 var eisini kríggj millum Russland og Ukraina. Russland tók valdið á ukrainsku hálvoynniKrim eftir ein russiskt stuðlaðan uppreistur. Eisini fingu russiskt vinarligar uppreistrardeildir tamarhald á støðuni í ukrainsku landspørtunumLuhansk ogDonetsk. Síðan hevur støðan millum Russland og Ukraina verið sera spent. Kreppan tók seg upp aftur i novembur 2021, tá ið Russland flutti umleið 100.000 herfólk til ukrainska markið, og óttin fyri russiskari innrás í Ukraina vaks munandi.
Verandi kreppa millum Ukraina og Russland tók seg spakuliga upp á vári 2021. Um mánaðarskiftið mars-apríl 2021 hevði Russland stórar herdeildir við markið til Ukraina. NATO og londini vestanfyri, sum stuðla Ukraina, mótmæltu harðliga atferðini hjá Russlandi.