Movatterモバイル変換


[0]ホーム

URL:


Jump to content
WikipediaHin frælsa alfrøðin
Leita

Kort

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Enskur prestur gjørdi hetta heimskortið mullim 1280 og 1300. Tað eiturMappa Mundi. Tað sýnir, hvussu tey kristnu hugsaðu sær jørðina um tað mundið.Jerúsalem er í miðjuni, og eystur er ovast á kortinum.

Kort er teknað framseting av parti av yvirflatajarðar. Á kortum verður heimurin teknaður, allur ella í pørtum. Elstu kortini, vit vita um, vóru ógvuliga óneyvar strikumyndir. Tí var ikki lætt at finna eftir teimum. Eitt av teim elstu kortunum, sum vit vita um, er meira enn 8000 ára gamalt. Tað er ein veggjamálningur íTurkalandi, sum vísir eitt býarkort. ÍEgyptalandi ogIrak eru kort, sum eru 3000 og 4000 ára gomul. Tey vóru ofta teknað á leirplátur. Fyri 2000 árum síðan gjørdu grikkar, sum vóru siglandi fólk og handilsfólk, kort yvir strandaøkini íMiðjarðarhavi. Rómverjar, sum tóku kortkynstrið hjá grikkum til sín, gjørdu landakort, sum vístu, hvussu landið sá út, og hvar vegir vóru. Nú á døgum nýta vit kort til so mangt. Býarkort sýnir til dømis, hvar gøturnar eru, og hvussu tær eita, so lættari er at finna í býnum. Veðurkort, sum vit síggja t.d. ísjónvarpi, sýna, hvussu veðrið verður ymsastaðni. Sjómenn sigla eftir sjókortum; á sjókortum eru m.a. dýpi og frámerki á landi.

Flestu kort hava málistokk, sum sigur okkum, hvussu nógv støddin í veruleikanum er minkað á kortinum. Hevur tú eitt kort í lut­ fallinum 1:100.000, merkir tað, at ein centimetur á kortinum svarar til 100.000 centimetrar í veruleikanum, t.e. ein kilometur. Eitt kort í einum heimsatlassi kann vera í lutfallinum 1:25 milliónir. Tá er ein centimetur tað sama sum 250 kilometrar. Fyri at vit kunnu skilja tekn, merki og litir, skal eitt kort eisini hava eina teknlýsing. Ymiskt littar linjur vísa ofta á vegir og jarnbreytir. Viðhvørt skilja vit millum vanligar vegir og motorvegir. Vøtn verða vanliga víst við bláum, og skógarøki verða víst við grønum. Hús eru oftast svartir smáir fýrkantar, ogkirkjur verða teknaðar við einum krossi. Men tað er kortini týdningarmikið at minnast til, at tað, sum merkir eitt ávíst á einum korti, kann merkja okkurt heilt annað á einum øðrum korti. Á einum korti kann til dømis ein lítil svartur fýrkantur ímynda eini hús; á einum stórum heimskorti kann ein slíkur fýrkantur har aftur ímóti merkja ein býur við fleiri milliónum íbúgvum.

Kortniðurfellingar



[rætta |rætta wikitekst]

Skal allur heimurin verða teknaður, mugu ávís øki vaksast. Tað verður nevntkortniðurfelling. Kendastu kortniðurfellingina gjørdi týskarinGerhard Mercator í 1569 (niðurfelling Mercators). Hon sýnir skapið á meginlondunum rætt, men víddin er avskeplað, til dømis erEvropa ov stórt. Avleiðingin er, atGrønland tykist vera eins stórt ogSuðuramerika, hóast Suðuramerika er átta ferðir størri. 



Í 1974 gjørdi Arno Peter eina niðurfelling, sum avskeplar skapið á londunum, men sýnir røttu víddina. Her sært tú t.d., hvussu nógv størriAfrika er ennEvropa.



Fimm ymsar niðurfellingar

[rætta |rætta wikitekst]
  • Mercator niðurfellingin er vinkulsonn. Hon gongur út frá miðkringinum. Men jú longri burtur frá miðkringinum eitt øki er, jú størri verður tað, sammett við veruleikan.
    Mercator niðurfellingin er vinkulsonn. Hon gongur út frámiðkringinum. Men jú longri burtur frá miðkringinum eitt øki er, jú størri verður tað, sammett við veruleikan.
  • 

Peters niðurfellingin gevur eina avskeplaða mynd av tí skapi, sum heimsins lond hava. Tó ber til at samanbera støddirnar á meginlondunum, tí hon er víddarsonn.
    

Peters niðurfellingin gevur eina avskeplaða mynd av tí skapi, sum heimsins lond hava. Tó ber til at samanbera støddirnar á meginlondunum, tí hon er víddarsonn.
  • Winkels Tripel niðurfellingin er hvørki víddarsonn ella vinkul­sonn. Her eru tvær ymiskar niðurfellingar brúktar fyri at fáa eitt heimskort, sum samsvarar meira við veruleikan.
    Winkels Tripel niðurfellingin er hvørki víddarsonn ella vinkul­sonn. Her eru tvær ymiskar niðurfellingar brúktar fyri at fáa eitt heimskort, sum samsvarar meira við veruleikan.
  • Fullers niðurfellingin gevur eina aðra mynd av heiminum. Stóri fyrimunurin við hesi niðurfellingini er, at hon teknar heimsins lond við næstan ongari avskepling bæði víkjandi skapi og stødd á londunum. 




    Fullers niðurfellingin gevur eina aðra mynd av heiminum. Stóri fyrimunurin við hesi niðurfellingini er, at hon teknar heimsins lond við næstan ongari avskepling bæði víkjandi skapi og stødd á londunum. 




  • Gall niðurfellingin: á flestu heimskortunum í USA liggur Amerika miðskeiðis í kortinum.
    Gall niðurfellingin: á flestu heimskortunum íUSA liggurAmerika miðskeiðis í kortinum.

Sí eisini

[rætta |rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
Heintað frá "https://fo.wikipedia.org/w/index.php?title=Kort&oldid=320943"
Bólkur:

[8]ページ先頭

©2009-2025 Movatter.jp