Movatterモバイル変換


[0]ホーム

URL:


Jump to content
WikipediaHin frælsa alfrøðin
Leita

Kol

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Antrasitt, harðasta kolslag,ið er til. Av tí at antrasitti er meiri kolevni, tað hitar betur og rýkur minni enn nakað annað kolslag, er antrasitt virðismesta kolið, ið til er.
Kolaøkið íUSA; øki, har kol verður høgt. Ógvuliga nógv kol er í USA; í m.a.Montana,Wyoming ogVesturvirginia er nógv kol.

Kol er eitt slag avlegugrýti, ið stavar frá steinrunnum íplantuleivdum. Kol hevur verið høgt líka síðanmiðøld; íFøroyum tó síðan17. øld. Nøkur nám, sum tey føroysku, eru opin út í lendið, men aðrastaðni liggja tey flestu námini langt undir jørð. Nú á døgum verður nógv framkomin útgerð nýtt í flestu kolanámum í t.d.USA ogEvropa. Kol liggur ofta í lindum millum aðrar jarðlindir. ÍSuðuroy eru flestu staðir tvær kolalindir, við leirlindum bæði undir, yvir og ímillum. Skilt verður millum tvey sløg av føroyskum koli,strípukol ognýrakol. Fólk hava í øldir brent kol til matgerð og hita. Alla19. øld var kol størsta orkukeldan í heiminum. Dampmaskinurnar, ið elvdu ídnaðarkollveltingina, vóru kolfýrdar. Enn verður nógv kol brent, eisini í elverkum at gerastreym. Kol er eisini týdningarmikið ráevni í mongum ídnaði, serliga stál- ogjarnídnaði. Kol er uml. 80 til 90 % reint kolevni ella karbon. Tað verður eisini nevnt steinrunnið brennievni, tí tað er komið av plantum, sum vuksu fyri nógvum mió. árum síðan. Í føroyskum koli eru m.a. leivdir av ovurstórum furutrøum, sum vuksu her fyri einum 50 mió árum síðan. Enn er nóg mikið av koli til orku í mong hundrað ár aftrat. Men mong stúra, tí kol dálkar illa, tá ið tað verður brent.


Liggur kolið ovarlaga, verður tað brotið í opnum námum. Fyrst verður grivið omanav, og so verður kolið brotið. Men oftast liggja kolalindirnar so djúpt, at hetta ikki ber til. Tá verður ein gong grivin niður á kolið, og síðan verður grivið inn eftir kolalindunum. Væl inn í okkara øld varð kol mest nýtt at hita upp við og at kynda undir guvumaskinum í verksmiðjum, skipum og tokum. Seinastu tíðina hava diesel- ogolja-motorar tikið yvir. Nú hevur kol trý høvuðsnýtsluøki: sum brenni í hitakraftverkum, at bræðajarn við og sum ráevni í karbokemiska ídnaðinum, t.v.s. at vinna úr tí ymiskarevnafrøðiligar sambindingar, sum verða nýttar at gera t.d. oljur, litevni, plast, sproytievni, kunsttøð, o.a.

Upprunin til kolið

[rætta |rætta wikitekst]

Kolið, vit brenna, er fleiri millióna ára gamalt. Tað er komið til fornum gróðri á okkara leiðum í einum heitum og gróðrarmiklum tíðarskeiði í jarðarsøguni. So hvørt sum fræ, leyv, deyðar greinar og viðarbular savnaðust í skógarlendinum, kom rot í. Sum frá leið, kom hetta tilfar undir farg av tyngdini á grótinum, sum legðist omaná, vatnið varð kroyst burtur úr tí, og so við og við gjørdist tað fyrst til mógv og seinni til kol, sum treytað av hvussu høgt trýstið og hitin hava verið, verður flokkað í fimm ymisk kolasløg. Fyrsta kolið var sumstaðni til longu fyri 300 mió árum síðan.Trø ogplantur skolaðu við ánni út í vatnið, og lógu seinni undir í runu. Tá ið planturnar tornaðu so líðandi í rununi, vórðu tær til mógv. Turkaður mógvur verður torv. Føroyingar skóru nógv torv fyrr. Nakað av mógvinum gjørdist av trýsti og hita til brúnkol. Brúnkol varð m.a. høgt íJútlandiSeinna heimskríggji. Føroyska kolið er á markinum ímillum steinkol og brúnkol. ÍSuðuroy hava teir høgt kol íRandabotni og íHvalba. Teir góvust í Rangabotni í 1970, men í Hvalba verður høgt eitt sindur enn. Í mong hundrað ár máttu menn høgga kolið við hond. Nú brúka teir trýstluftborar ogteldustýrdar gravkýr.

Fólk hava, har sum kolið er, í fleiri túsund ár havt kol til brenni. Tey funnu kolamolar í homrum og bóru til hús. Men tey høgdu ikki kol, sum tey gera nú.Bretar vóru fyrstu menn, sum fóru at høgga kol at selja; tað var fyrst í18. øld. Kolið varð selt til húsbrúk í teimum stóru býunum. Seinast í 18. øld kom trongdin eftir koli at økjast, tí tá var dampmaskinan, sum gongur við koli, tikin í nýtslu í ídnaðarhúsum, smiðjum og vevstovum um alt landið. Tá fóru menn av álvara at grava seg niður í jørðina eftir koli, og kolagrevstur kom at vera ein týðandi táttur í tíenska búskapinum. Kol hevur til okkara dagar verið høvuðsbrenni í heiminum, men verður nú meira og meira otað burtur av gassinum og oljuni.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
Heintað frá "https://fo.wikipedia.org/w/index.php?title=Kol&oldid=384171"
Bólkur:

[8]ページ先頭

©2009-2025 Movatter.jp