Movatterモバイル変換


[0]ホーム

URL:


Jump to content
WikipediaHin frælsa alfrøðin
Leita

Kofi Annan

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Kofi Annan (2018)

Kofi Atta Annan (føddur8. apríl1938, deyður18. august2018 áBern,Sveis) var einghanesiskur diplomatur ið starvaðist sum aðalskrivari hjáSameindum Tjóðum frá januar 1997 til desember 2006. Annan og ST fingu Friðarheiðursløn Nobels í 2001 fyri teirra arbeiði við at gera heimin til eitt betri og meira skipað stað.[1] Hann er formaður fyriThe Elders, ið er ein felagsskapur iðNelson Mandela stovnaði.

Kofi Annan, sum í tvær setur, frá 1997 til 2006, røktaði sessin sum aðalskrivari í ST doyði 18. august 2018 á einum sjúkrahúsi í Sveis, 80 ára gamal. Annan var tann fyrsti myrki afrikanarin, sum var aðalskrivari í ST. Í 2001 varð Nobel friðarheiðurslønin deild ímillum Kofi Annan og ST. Kofi Annan fekk heiðurslønina fyri at hava kveikt ST og arbeitt fyrimannarættindum. Í grundgevingunum varð eisini nevnt, at hann hevði lagt serliga orku í at arbeiða fyri at steðgaHIV-smittuni í Afrika og at hann hevði arbeitt ímóti altjóða yvirgangi. Eftir at Kofi Annan fór frá sum ST-aðalskrivari, stovnaði hann Kofi Annan Stovnin, sum arbeiddi fyri altjóða menning. Hann var eisini valdur av ST at leiða teirra arbeiði fyri at steðga krígginum í Sýria. Kofi Annan, sum upprunaliga var úr Ghana, búði síni síðstu ár í Sveis saman við konuni.

Keldur

[rætta |rætta wikitekst]
  1. Annan, Kofi. "The Nobel Peace Prize 2001". nobelprize.org. http://www.nobelprize.org/nobel_prizes/peace/laureates/2001/index.html. Heintað 25 July 2013. 
Wiki bókstavur w Hendan greinin er einstubbi. Tú kanst hjálpa Wikipedia við atvíðka hann.


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
Heintað frá "https://fo.wikipedia.org/w/index.php?title=Kofi_Annan&oldid=349997"
Bólkar:

[8]ページ先頭

©2009-2025 Movatter.jp