Klassisisma (en.:Classicism,da.:Klassicisme). Í víðari merking andlig, listarlig stevna við fyrimynd í teirri fornagriksk-rómverska mentan; hetta var meginstevnan í endurreisnartíðarskeiðinum íItalia og stóð leingi við har. Í trengri merking er k.(ellanýklassisma) nýtt um ta bókmentastevnuna, sum stóð í hægsta blóma íFraklandi í17. øld og hevði munandi ávirkan ábókmentir hjá øðrum tjóðum í18. øld.Franska k. setti ávísum tekstasløgum ávís formkrøv krøv eftir klassiskum fyrimyndum; eina størsta ávirkan fingu hesi krøv á leikbókmentir (tær tríggjar eindirnar), og høvuðsskaldini í k.,Corneille,Racine ogMolière, fylgdu teimum. K. vendi sær frá tí bólgandibarokkstílinum, vildu halda seg burtur frá kenslusemi, seta skynsemi í hásætið, stremba eftir skilvísi og greiðari framseting, lýsa alment menniskjanslig eyðkenni heldur enn sjáldsamar einstaklingar. Meginreglurnar fyri k. settiBoileau fram íL'art poétique, "skaldskaparlistin" (1674), sum var skapað eftirArs poetica Horatiusar. Hansara sjónarmið gjørdustBíblia hjá nógvum seinni høvundum, hóast tey blandaðust saman við hugmyndir hjáupplýsingini í18. øld (t.d. hjáVoltaire). K. í øðrum londum var meira ávirkað avfronsku k. enn beinleiðis herming eftir fornklassiskum fyrimyndum. Soleiðis var íOnglandi (Dryden,Pope), íTýsklandi (Gottsched) og íNorðurlondum (Holberg,Olof Dalin). Seinni í18. øld leitaðu summir týskir høvundar tó beinleiðis til klassiska mentan (Winckelmann,Lessing), og tann rørslan kom í høvdina viðGoethe (1749-1832) ogSchiller (1759-1805).Føroyskarbókmentir hava sín klassistiska yrkjara í andaGoethes ogSchillers íJanusi Djurhuus (1881-1948), sum týddi fornklassiskan skaldskap og í sínum egna skaldskapi hevði fornklassiskar fyrimyndir, bæði viðvíkjandi ørindislagi (hexametur), myndum og hugmyndum. Í høvuðsheitum fjaraði k. út, tá ið19. øld rann upp.