Lýðveldið Kenja (enskt:Republic of Kenya,swahili:Jamhuri ya Kenya) er eitt land íEysturafrika. Kenja hevur mark viðTansania í suðri,Somalia í eystri,Etiopia í norðri og í vestri viðUganda ogSudan.Høvuðsstaðurin í Kenja erNairobi. Nairobi er eisini størsti býur og hevur uml. 2,94 millionar íbúgvar.Mombasa er á eysturstrondini og er næststørsti býur. Mombasa er størsti havnabýur í landinum, og frá hesum býnum liggur ein jarnbreyt sum gongur til høvuðsstaðin Nairobi og víðari inn í grannalandið Uganda. Almennumálini eru tvey í tali,enskt ogswahili. Fólkatalið í landinum er 37,9 millionar. Arbeiðsloysið í januar 2009 var 40 prosent.
Síðan Kenja loysti fráStóra Bretlandi í 1963, hava viðurskiftini í landinum verið rættiliga støðug og politiska stýrið mest sum fólkaræðiligt. Landið er eitt av ríkastu londum íAfrika. Revsifrælsi fyri løgregluharðskap er ein stórur trupulleiki.
Fyrst í1920-árunum gjørdi flokkur avKikuyufólkinum uppreistur ímóti jarðartøku, tvingsilsarbeiði og skattahækkan, sum hvítu myndugleikarnir løgdu á tey.
Um1905 høvdubretar lagt alt Kenja undir seg. Hvít niðursetufólk úrStóra Bretlandi ogSuðuramerika fingu nógv dyrki- og graslendi í fruktagóða hálendinum, harMasai-,Nandi- ogKikuyufólkið helt til. Niðursetufólkið fekk skjótt stóra ávirkan ábretskuhjálandafyrisitingina. Um somu tíð búsettu mangirindarar seg í Kenja og fóru at fáast við handilsvinnu. Teir vórðu misnøgdir við, at tey hvítu sluppu at leggja ta bestu jørðina undir seg og fingu so stóra politiskan ávirkan.Bretska stjórnin varð hvørki sinnað at lata niðursetufólkið ellaindarar fáa ov stórt vald, og í1923 kunngjørdihjálandaráðharrin, at krøv og áhugamál upprunafólksins áttu at verða tikin fram um alt annað. Men stjórnin gjørdi einki við ætlanina um at seta tiltøk í verk, sum kundu bøta um viðurskiftini og skapa framburð hjáafrikanarum, og hvíta niðursetufólkið setti seg harðliga upp ímóti øllum broytingum í jarðarbýtinum.
Fyrst í hesari øldini mistu neytahaldarar avMasaifólkinum, ið er flakkfólk, stórar víddir, tí at hvíta niðursetufólkið legði lendið undir seg til landbúnað. Mangirmasaiar lótu seg ikki ávirka av mentan teirra hvítu og liva enn, sum forfedrarnir gjørdu.
Leygardagin 21. sept. 2013 lupu yvirgangsfólk, sum stuðla somaliskaal-Shabaab mótmælisrørsluni, á Westgate-keypsskálan og fóru at skjóta. 67 fólk vórðu dripin.[1]
2. apríl 2015 tóku fimm limir í muslimska yvirgangsfelagsskapinumal-Shabab seg inn í ein skúla í Kenja, har tey fleiri fólk til gísla. Álopið á lærda háskúlan íGarissa, nærhendis markinum tilSomalia, kostaði 147 mannalív og 79 vórðu særd. Somaliska mótmælisrørslan, al-Shabaab, ið hevur samband viðAl-Qaeda, hevur tikið ábyrgd fyri gíslatøkuni. Sambært yvirgangsfelagsskapinum, ið hevur tosað viðBBC, so leyslata teymuslimar, men drepa teykristnu í skúlanum. Ein næmingur í skúlanum fortelur fyri BBC hvat hendi, táyvirgangsmenninir tóku seg inn í skúlan, og byrjaðu at spyrja fólk, um tey vóru kristin ella muslimar: "Um tú vart kristin, so varð tú skotin á staðnum. Hvørja ferð eg hoyrdi eitt skot, væntaði eg, at eg fór at doyggja", segði Wetangula við BBC.[2] Wetangula varð bjargaður, tá trygdarfólk komu inn gjøgnum eitt vindeyga og hjálptu honum og øðrum næmingum til rýmingar. Fólk, sum sluppu við lívinum hava greitt frá, hvussu vápnaðu menninir háðaðu offrini, áðrenn tey vórðu dripin. Eitt nú vóru lesandi noydd at ringja heim til foreldrini fyri at biðja tey um at kenjanskir hermenn fóru úr Somalia. Síðan vórðu tey skotin. Fleiri yvirlivdu við at lata sum um tey vóru deyð, meðan vápnaðu menninir gingu runt á skúlanum og leitaðu eftir fólki at drepa. Hersetingin av skúlanum vardi allan dagin og endaði við at teir fýra gerningsmenninir drupu seg sjálvar við at útloysa sjálvmorðsbumbuvestarnar, teir vóru í.
Tað var eisini al-Shabaab, sum í september í 2013 leyp á Westgate-innkeypsskálan í kenjanska høvuðsstaðnumNairobi og drap 67 fólk.[3] Westgate-keypsskálin er sera vælumtóktur millum útlendingar í Nairobi. Máld í mannalívum er blóðbaðið á universitetinum í Garissa tað ógvusligasta, sum hevur verið í Kenja síðan 1998, táAl-Qaeda bumbaði amerikansku sendistovuna. Tá lótu 213 fólk lív orsaka av eini sterkari bumbu, sum var fjald í einum lastbili.[4]
Meginparturin av fólkinum livir av jarðarbrúki ogdýrahaldi til egna nýtslu. Fáastaðni í heiminum fjølgast fólkið so skjótt sum í Kenja, fólkavøksturin elvir til fátækradømi, stríð um rættindi til jørðina og ósemju ímillum fólkasløgini. Fleiri staðni í landinum verður boðað frá etniskum harðskapi.
Mong fólkasløg búgva í Kenja. Eitt av hesum fólkasløgum,kikuyufólkið, býr uppi í hálendinum undirKenjafjalli. Gudur teirra,Ngai, verður hildin at hava bústað á fjallinum, og tí byggja teir altíð húsini soleiðis, at dyrnar venda ímóti fjallinum. Sum tveir triðingar av teimum 70 ættarbólkunum í landinum talarkikuyufólkiðbantu.Ásiatar,arábar ogevropearar - um enn fáir - búgva eisini í Kenja.
Pápin hjáBarack Obama er føddur í býnum Alego-Kogello í Kenja, menObama hevur ongantíð búð í Kenja. Hann hevur tó vitjað landið tríggjar ferðir. OmmaObama, 87 ára gamlaSarah Onyango Obama, býr framvegis í Alego-Kogello í Vesturkenja.
Næstan allir kenjanar erukristnar (78 prosent av fólkinum).
Rennararnir á leiðini viðStóra Rivudal í Kenja eru av allar bestu langrennarum í heiminum. Í 3.000 metra forðarenning hava teir vunnið olympiskt gull fimm ferðir í sjey leikum. At teir eru so trystir at renna, kann vera av tí, at teir búgva í hálendi, og at teir frá barnsbeini renna langan veg í skúla og heim aftur. Kenjanski stórrennarinMóses Kiptanui (føddur1. oktober1970) hevur sett heimsmet á 3.000 metra teininum í renning og á 3.000 metra teininum í forðarenning.
Í tjóðargørðum sumMasai Mara ogAmboseli í Vesturkenja kunnu ferðafólkini koma tætt atdýrunum at taka myndir.
Mesta landslagið í hesum parti íAfrika er slættar grasfløtur, nevndarsavanna.Dýralívið á savannuni er tiltikið, og á hvørjum ári koma mong ferðafólk úr øllum heiminum at síggja tað. Hetta er vorðin týðandi vinna. Te og kaffi eru eisini vorðin góð inntøka. Námsvinna og smáir bóndagarðar hava altíð havt stóran týdning, og aðrar vinnur taka seg upp nú.
Tá ið Kenja varbretskthjáland, var stórur dentur lagdur á at dyrka grøði til útflutning; hetta varð gjørt á stórum gørðum, og gott vegakervið við vegum og jarnbreytum varð lagt. Kenja er eitt av ríkastu londunum íAfrika. Nógv kaffi og te verða útflutt, og sjáldsomudýrini í stóru tjóðargørðunum draga mong ferðafólk til landið.
Týdningarmesti útflutningur í Kenja er landbúnaðarvørur, men nógvastaðni er ov turt at dyrka jørðina. Í hálendinum - har meiri avfall er - verða dyrkað te, kaffi, hveiti, mais, sissal og sukurrør. Har turrast er, eru stórir neytagarðar, har teir halda mjólkneyt og sláturneyt. Nógv grønmeti verður eisini dyrkað, har tað ber til at veita vatn á lendið úr vøtnum og byrgingum; til dømis verða grønar bønir fluttar út við flogfari.
Tropiskar strendur og nakrir av bestu tjóðargørðunum íAfrika draga túsundtals ferðafólk til Kenja. Hetta er vorðin týdningarmikil vinna, og kenjansku myndugleikarnir hava gjørt stórar íløgur í vegir, flogvøllir og gistingarhús, til tess at gera Kenja til best umtókta ferðamannaland íAfrika. Flestu ferðafólkini koma higar at síggjadýrini í tjóðargørðunum; tí ger landið sítt ítasta at verjadýralívið og at jagstra og taka ránsveiðumenn.
Í Kenja eru 1,6 milliónir íbugvar so meint raktir av manglandi reinum vatni, at teir hungra. SambærtST-felagsskapinumUNESCO í mars 2015 hava heili 17 milliónir av kenjabúgvunum ikki atgongd til reint vatn. Nógvastaðni noyðast fólk at ganga nógvar kilometrar fyri yvirhøvur at fáa fatur á vatni.