Kefalonia (grikskt:Κεφαλονιά,Κεφαλλονιά) fyrr eisini nevnd Kefallinia er tann størsta av teimumJónisku oyggjunum í Vesturgrikkalandi. Oyggin er eisini ein regional eind í Región Jónisku Oyggjar. Høvuðsbýurin á Kefalonia er Argostoli.[1]
Oyggin er 781 km2, umleið ein triðingur av fólkunum búgva í Argostoli. Lixouri er tann næststørsti býurin, og tilsaman búgva 2/3 av íbúgvunum á Kefalonia í teimum báðum býunum. Kefalonia liggur mitt í miðdeplinum fyri eitt jarðskjálvta øki, og smáir jarðskjáltar sum ikki merkjast henda á hvørjum ári. Í 1953 hendi ein stórur jarðskjálvti, sum legði nærum alla oynna í oyði, bert bygdin Fiskardo har norðuri á oynni var so gott sum órørdur. Fleiri serstøk náttúrufyribrigdi eru á oynni, teirra millum er Mellisani holan, við einum vatni, sum er bæði uttanfyri holuna og inni í holuni og Koutavos vatnið í Argostoli.
Hægsta fjallið á oynni er Ainos fjallið, sum er 1628 m høgt; í ein útnyrðing eru Paliki fjøllini, har Lixouri er saman við øðrum fjøllum sum Geraneia (Gerania) og Agia Dynati. Toppurin á Ainos fjallinum er yvirvaksin við Abies cephalonica (grikskum granntrøum) og er ein náttúrupark. Oyggin hevur verið illa plágað av skógareldum í 1990-árunum og í 2000-árunum.
Kefalonia er væl kend fyri tær stóru havskjaldbøkurnar (Caretta caretta), ið leggja síni egg á Kaminia strondini. Skjaldbøkurnar verða vardar av einum Havskjaldbøku Verju-felagsskapi.[2]
Millum eysturstondina og oynna Ithaka, heldur ein hóttur kópur til, munkakópurin (Monachus monachus).
Á oynni eru fleiri klostur og kirkjur, tvey klostur eru á tí breiða partinum av oynni: Aghia Panagia í Markopoulo í ein landsynning ogSankta Gerasimus av Kefalonia, sum liggur ávegis millum Argostoli and Michata í einum dali, umgyrt av fjøllum. "Sissia" klostrið sigst vera stovnað av Frans av Assisi, tað varð oyðilagt av jarðskjálvtalnum í 1953, men leivdirnar av tí síggjst enn.