Movatterモバイル変換


[0]ホーム

URL:


Jump to content
WikipediaHin frælsa alfrøðin
Leita

Kap Verde

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
República de Cabo Verde
Flagg Grønhøvdaoyggjarnar
(Flagg Grønhøvdaoyggjarnar)
Skjaldarmerki Grønhøvdaoyggjarnar
(Skjaldarmerki Grønhøvdaoyggjarnar)
Tjóðarslagorð:Unidade, Trabalho, Progresso
Tjóðsangur:Cântico da Liberdade
Alment málPortugisiskt
HøvuðsstaðurPraia
ForsetiCarlos Veiga
Løgmaður
Fullveldi5. juli1975
(fráPortugal)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
4,033 km²
0.0 %
Íbúgvar
 - tilsamans2010
 -tættleiki
 
506 000
126/km²
GjaldoyraCape Verdean escudo (CVE)
TíðarøkiUTC -1
Økisnavn á alnetinum.cv
Telefonkota+238

Grønhøvdaoyggjar ellaKabo Verdi (portugisiskt: "Ilhas do Cabo Verde") er oyggjabólkur uttanfyriafrikonsku vesturstrondini. Oyggjarnar kallast eisiniKap Verde Oyggjarnar.Málið erportugisiskt. Hetta er ein oyggjabólkur, til støddar 4.000 ferkilometrar (3 xFøroyar) sum liggja umleið 600 km. vestanfyriSenegal íAfrika. Kap Verde umfata 10 størri og fimm smærri oyggjar. Tann størstaSao Tiago er 1.000 km2 ella umleið fýra ferðir størri ennEysturoy. Fólkatalið er umleið 506.000.

Upprunaliga vóru oyggjarnar eittportugisiskthjáland, men tað gjørdist sjálvstøðugt í1975 eins og hiniportugisiskuhjálondini íAfrika. Men mótsatt teimum hevur friður verið á Kap Verde.Málið tey tosað erkreolskt, ein blandingur avportugisiskum og upprunamáli. Menskriftmálið erportugisiskt, sum eisini øll duga, eins og vit dugadanskt.

Søga

[rætta |rætta wikitekst]

Kap Verde varð stovnað av portugisarum í 1462, og var í mong ár ein stór og týdningarmikil trælahavn í Vesturafrika. Eftir at trælahandilin steðgaði, royndu upprunafólkini sum frægast at liva avlandbúnaði, men tey stóðu seg illa. Javnan var turkur í landinum og jarðartýningar gjørdi jørðina torføra at velta. Tá Kap Verde fekk sjálvstýri í 1975, var enn sera fátæksligt og hungursneyð kom fyri nógvastaðni í landinum, men í 1980'unum byrjaði rættilig ferð at koma á búskaparligu menningina. Í dag er Kap Verde at kalla eitt miðalinntøkuland, sum kann samanberast við eitt núMarokko.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
Heintað frá "https://fo.wikipedia.org/w/index.php?title=Kap_Verde&oldid=366346"
Bólkar:

[8]ページ先頭

©2009-2025 Movatter.jp