Movatterモバイル変換


[0]ホーム

URL:


Jump to content
WikipediaHin frælsa alfrøðin
Leita

Joseph Murray

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Joseph Edward Murray (* 1. apríl 1919 í Milford,Massachusetts; † 26. november 2012 íBoston, Massachusetts[1]) gjøgnumførdi heimsins fyrstu nýratransplantatión, tá hann setti annað sunna nýra hjá Ronald Herrick í doyggjandi tvíbururin, Richard Herrick[2]. Lítlajólaaftan í1954 framdi læknin, Josepf E. Murray eina fimm tímar langa skurðviðgerð, sum ikki bert bjargaði lívinum á sjúklingi hansara, men fekk lívsgevandi týdning fyri eftirtíðina fyri hundraðtúsundtals sjúklingar um allan heim.

Skurðviðgerðin í1954 fór fram á Peter Brent Brigham Hospital íBoston, og var slóðbrótandi fyri allar transplantatiónir av gøgnum frá deyðum persónum til fólk, sum kundu framhaldandi liva við hesum eykalutum. Hendan hugvekjandi skurðviðger førdi beinleiðis tilNobel heiðurslønina[3]. Umframt at fremja transplantatiónir í mong ár, var Murray eisini við til at menna heilivág, ið forðar transplanteraðum gøgnum at verða frástoytt av nýggja kroppinum. Hann gjørdist 93 ára gamal.

Keldur

[rætta |rætta wikitekst]
  1. http://www.boston.com/whitecoatnotes/2012/11/26/joseph-murray-who-performed-first-successful-organ-transplant-dies/ug9Npw3xfzaUtSyEz7pQPL/story.html
  2. "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftirtí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2006-06-14. https://web.archive.org/web/20060614112144/http://www.shpusa.com/books/chapters/Murray82-87.pdf. Heintað 2006-06-14. 
  3. http://www.nobelprize.org/nobel_prizes/medicine/laureates/1990/
Heintað frá "https://fo.wikipedia.org/w/index.php?title=Joseph_Murray&oldid=382391"
Bólkar:

[8]ページ先頭

©2009-2025 Movatter.jp