Í 1974 tók hann avgerð um at stilla upp til forsetavalið í 1976. Eftir Watergategøluna hjáRichard Nixon troyttaðust fólk av politikarum, og boðskapurin frá religiøsa Carter um ongantíð at lúgva fyri amerikanska fólkinum, varð væl mótikin. Carter var ikki afturvaldur á forsetavalinum í 1980, tá hann mátti lúta fyri republikanskaRonald Reagan, sum vann stórsigur. Ein stórmál undir forsetavalinum var gíslatøkan íIran, har yvirgangsfólk høvdu tikið 52 gíslar á amerikonsku sendistovuni. Dagin eftir at Reagan varð innsettur sum forseti, 21. januar í 1981, vórðu gíslarnir lætnir leysir eftir 444 dagar sum gíslar.
Carter er tann amerikanski forsetin, sum hevur livað longst. Tað metið hevur hann havt, síðanGeorge H. W. Bush andaðist í 2018, 94 ára gamal.