Movatterモバイル変換


[0]ホーム

URL:


Jump to content
WikipediaHin frælsa alfrøðin
Leita

James Cook

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
James Cook var av skilabestu skiparum og fór væl við manningini.

James Cook (f.7. november1728 íYorkshire íOngland, d.14. februar1779 íKealakekua íHawai'i) gjørdist kendur, tá ið hann kortlegði stórar partar avKanada í Sjeyárabardaganum (1756-1763). Bæði í Kanada og íKyrrahavi teknaði hann nágreiniligari enn nakar annar undan honum. Hann kom til stórar partar avPolynesia, granskaði Suðuríshavið, sigldi kringNýsæland, kortlegði eysturstrondina viðAvstralia og savnaði nógv vísindaligt tilfar. Vísindamenn og listamenn, sum vóru við honum, eygleiddu og festu á blað alla atkomiliga vitan um dýr, fólk og londini, teir vitjaðu. Árini 1768-1779 varð Cook høvuðsmaður fyri teimum rannsóknarferðum í Kyrrahavi og útvegaðievropearum størri vitan umKyrrahavsoyggjar og Avstralia, enn nakar maður hevði gjørt. Hann var frálíkur sjómaður, rannsóknarfari og oddamaður. Hann var strangur, men virdur maður, og bjargaði heilsuni á monnum sínum, tí at hann legði stóran dent á, at teir fingu rættan kost og vóru reinførir. Hann legði sær altíð nær at fáa gott vinalag við teir polynesarar, hann vitjaði. Allir, sum vóru við á ferðum Cooks, fingu stóra virðing fyri honum, og vórðu honum trúfastir.

Tær tríggjar rannsóknarferðirnar

[rætta |rætta wikitekst]

Frá 1768 til 1771 sigldi Cook fyrst tilTahiti, síðan kring Nýsæland, sum hann kortlegði, og haðan til eysturstrondina á Avstralia. Hesi bæði londini vóru áður hildin at vera partur avTerra Australis (Suðurland), eitt ovurstórt sagnmeginland. Á aðru ferð síni (1772 til 1775) granskaði Cook Suðuríshavið, suður at ísmarkinum. Cook fann einki land, og tað bendi á, at nevnda sagnland bara kundi verða kringSuðurpólin. Hann kom til næstan allar teir stóru oyggjaflokkarnar í Suðurkyrrahavi. Í 1776 til 1779 leitaði hann eftir Útnyrðingsleiðini úr Evropa, norðan fyriAlaska, tilAsia. Á vegnum granskaði hannHawai'i, og har varð hann dripin í 1779.

Tær tríggjar ferðirnar
  Fyrsta ferð Cooks 1768-71.
  Onnur ferð Cooks 1772-75.
  Triðja ferð Cooks 1776-79.

Slóðir úteftir

[rætta |rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið


Keldur

[rætta |rætta wikitekst]
Wiki bókstavur w Hendan greinin er einstubbi. Tú kanst hjálpa Wikipedia við atvíðka hann.
Heintað frá "https://fo.wikipedia.org/w/index.php?title=James_Cook&oldid=381156"
Bólkar:

[8]ページ先頭

©2009-2025 Movatter.jp