Movatterモバイル変換


[0]ホーム

URL:


Jump to content
WikipediaHin frælsa alfrøðin
Leita

Jóannes Jakobsen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Jóannes Jakobsen (føddur25. august1961) er ein føroyskur fótbóltsvenjari og fyrrverandi fótbóltsleikari oglandsliðsleikari, hann er eisini tónleikari, sangari og sangskrivari. Hann hevur spælt fótbólt viðHB frá barndómsárum til 1990 og síðan við ymiskum føroyskum liðum. Jóannes er hjálparvenjari áføroyska a-landsliðnum hjá monnum.[1] Jóannes er ættaður av Kamarinum í Havn og er ikki bara evnaríkur innan ítrótt, hann er eisini sangari, sangskrivari og tónasmiður og hevur útgivið trýggjar tónleikaútgávur umframt at hann er við á fleiri øðrum útgávum.

Lívsleið innan fótbólt

[rætta |rætta wikitekst]
  • 1977-1990HB
  • 1991-92VB
  • 1993-95 HB
  • 1995-98
  • 1999 HB
  • 2000-01B68
  • 2002 HB (venjari, spældi nakrar dystir við næstbesta liðnum)

Landsliðsleikari

[rætta |rætta wikitekst]

Jóannes Jakobsen var ein av landsliðsleikarum Føroya, tá Føroyar av fyrstan tíð sluppu at luttaka í altjóða kappingum. Hann var liðskipari á tí fyrsta Føroyska landsliðnum, sum vann søguliga sigurin 1-0 móti Eysturríki. Hann var liðskipari á landsliðnum tey fyrstu árini. Jóannes spældi 25 landsystir fyri Føroyar frá apríl 1989 til 1993.[2]

Tónleikaútgávur

[rætta |rætta wikitekst]
  • Hvat bagir, 1990
  • Royn tínar veingir, 1995
  • Myrkursins gongumenn, 1998

Er við á hesum útgávum

[rætta |rætta wikitekst]

Uppsamlings fløgur

[rætta |rætta wikitekst]

Keldur

[rætta |rætta wikitekst]
  1. "FSF.fo, Venjarar og leiðarar". Talgilda eintakið, gjørt eftirtí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2018-06-20. https://web.archive.org/web/20180620181314/http://www.fsf.fo/Default.aspx?ID=541. Heintað 2012-10-19. 
  2. "FSF.fo, Landsliðsleikarar 1988 - 2012". Talgilda eintakið, gjørt eftirtí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2019-03-27. https://web.archive.org/web/20190327090038/http://www.fsf.fo/Default.aspx?ID=151. Heintað 2012-10-19. 
  3. Rateyourmusic.com

Slóðir

[rætta |rætta wikitekst]
Heintað frá "https://fo.wikipedia.org/w/index.php?title=Jóannes_Jakobsen&oldid=382403"
Bólkar:

[8]ページ先頭

©2009-2025 Movatter.jp