Islam er eitt arábisktnavnorð, ið er kemur frásemitisku 'hjáljóðs-rótini's-l-m ið formar ein bólk av orðum ið sipa (serliga) til "fullkomleika", "tryggleika" og "frið", ("friður" eitur t.d.salam á arábiskum). Í átrúnaðarligum høpi verðurislam umsett til at merkja "at leggja seg undir" ella "geva seg til". Islam er einátrúnaður, ið byggir upp á Guðs vilja og er borin fram gjøgnum nógv ár av profetum. Í dag er islam ein ordiliga stórur átrúnaður og er í yvir 50 londum. Tey, ið trúgva á islam, erumuslimar, og teir flestu muslimarnir búgva í beltinum fráMarokko tilPakistan. Eisini eru nógvir muslimar íVesturafrika ogLandsynningsásia.Indonesia er tað landið í heiminum, sum hevur flest muslimar.