Honshu (japanskt: 本州|本州, sum merkir Meginøkið) er tann størsta av teimum fýra høvuðsoyggjunum íJapan. Fólkatalið var 103 milliónir í 2005, 98,3 milliónir í 1990; í 1975 var tað 89,1 millión. Oyggin liggur sunnanfyriHokkaido og norðanfyriShikoku og í ein landnyrðing avKyushu. Oyggin er 7. størsta oyggj í heiminum næst eftirJava íIndonesia. Tey flestu fólkini búgva har ið flatlendi er, umleið 25% búgva í Kantōregiónini. Tað er eisini í hesum økinum atTokyo, høvuðsstaður Japans liggur. Stórtokyo fevnir umfrant Tokyo bý eisini um hesir býir:Yokohama,Kawasaki,Saitama ogChiba.