Eftirfyrra heimsbardaga, varUSA ríkasta og sterkasta land í heiminum, og útflutningurin til krígsherjaðaEvropa vaks ógvuliga nógv. Skjótt hevði tað ovurframleiðslu við sær, útboðið gjørdist størri enn eftirspurningurin. Útflutningurin minkaði, ídnaðurin avmarkaði framleiðsluna, flutningsfeløgini minkaðu virksemið, og ikki leið long tíð, til fleiri milliónir arbeiðspláss vórðu burtur. Samstundis hildu peningamenn og bankar fram at keypa og selja á virðisbrævamarknaðunum. Íoktober í1929 gjørdist brádliga ruðuleiki á virðisbrævamarknaðinum íWall Street íNew York, tá ið fleiri milliónir virðisbrøv vórðu seld í einum. Úrslitið varð, at fyritøkur, bankar og einstaklingar fóru á heysin. Eftir einum degi feyk alt álit á fíggjarskipanina, og brátt varð allurVesturheimurin lamdur av álvarsligari búskaparkreppu. ÍEvropa royndu stjórnirnar í teimum ymsu londunum at berjast ímóti kreppuni á ymsan hátt. ÍTýsklandi hevði kreppan við sær, at Týskibúskapurin kláraði seg met illa, hettar skapti stóra misnøgd ímillum týska fólki hettar førdi til atHitler ognasistaflokkur hansara fingu dygga undirtøku.