Harold Rowe "Hal" Holbrook (føddur17. februar1925 íCleveland,Ohio; d.23. januar2021) var einamerikanskur filmsleikari. Hann hevur spælt við í fleiri sjónvarpsfilmum og røðum. Hann hevur eisini spælt leiklutir í spælifilmum. Í 2007 var hann tilnevndur eina Oscar-virðisløn og ein Screen Actors Guild Award fyri sín leiklut í filminumInto the Wild. Hann er eisini kendur fyri at spæla í sjónvapsrøðum, eitt nú spældi hann leiklutin sum Abraham Lincoln í 1976 sjónvarpsrøðini Lincoln, og sum Hays Stowe íThe Bold Ones: The Senator. Hann hevur verið giftur trýggjar ferðir og eigur trý børn. Hann giftist við Ruby Holbrook í 1945, tey fingu tvey børn, blivu síðan skild í 1965. Í 1966 giftist hann Carol Eve Rossen, tey fingu eitt barn saman, tey vóru skild í 1983. Hann giftist sjónleikararnumDixie Carter í 1984, tey vóru gift til hon doyði í 2010.