Haarlem liggur við Spaarne-ánna. Býurin varð mest sannlíkt stovnaður í 900-talinum og fekkkeypstaðarrættindi í1245.
Í býnum er eitt nú tað elsta almenna forngripasavnið í Niðurlondum, Teylers-savnið. Býurin er eisini kendur fyri Sankta Bavo Kirkjuna (Sint-Bavokerk) og Frans Hals Savnið, sum er eitt savn fyri list frá tí niðurlendska gullaldrinum.
Haarlem jarnbreytastøðin er tann elsti bygningurin av jarnbreytabygningum í Niðurlondum.
Sunnanfyri býin liggur heimsins størsta blómupark,Keukenhof.