Movatterモバイル変換


[0]ホーム

URL:


Jump to content
WikipediaHin frælsa alfrøðin
Leita

Hýsa

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Hýsa

Støða
Vísindaflokking
Ríki:Animalia
Rað:Chordata
Flokkur:Actinopterygii
Hópur:{{{hópur}}}
Ætt:Melanogrammus
Familja:Gadidae
Slag:M. aeglefinus

Hýsa (frøðiheiti -Melanogrammus aeglefinus) fæst rættiliga víða á leiðunum viðFøroyar. Bæði á landgrunninum, Føroyabanka, Ytrabanka og Ytstabanka. Hon fæst bæði á grunnum vatni og niður ímóti 5-600 metra dýpi. Hýsa gýtir frá mars til mai. Gýtingin er tó í hæddini í sinnu helvt av apríl. Hon gýtir rættiliga víða. Men trý høvuðsgýtingarøki eru: eystan-, vestan- og norðanfyri. Hon gýtir eisini á Føroyabanka. Yngulin er uppi í sjónum teir fyrstu mánaðirnar. Men í august-september leitar hann niður at botni á umleið 100-500 metra dýpi. Hýsan veksur upp á vanligu fiskileiðunum, og smáhýsan er tí ikki so væl vard ímóti fiskiskapi sum t.d.toskurin. Í uppvøkstrinum er hon heldur ikki so væl vard ímóti fíggindum. Føðin hjá hýsuni eru ymisk slangukrossfiskur, krabbadýr, maðkasløg, og smáfiskur.

Kelda

[rætta |rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
Heintað frá "https://fo.wikipedia.org/w/index.php?title=Hýsa&oldid=350350"
Bólkar:

[8]ページ先頭

©2009-2025 Movatter.jp