Gengis Kan (føddurTemüjin Borjigin onkuntíð millum1162 og1167 – deyður25. august í1227) var høvdingasonur. Hann var smádrongur, tá ið pápin varð myrdur, men sum hann vaks upp, bardi hann allar fíggindar niður, tók ræðið á øllummongolsku ættbólkunum og tók sær navið Gengis Kan - prinsur av øllum, sum millum heimshøv er. Hann vildi vinna allan heimin undir seg. Í1206 herjaði Gengis Kan íKina og síðan sum hvirluvindur umÁsia ogEysturevropa.
Í1227 doyði Gengis Kan, og so við og við syndraðist ríkið, tí at eftirmenninir klandraðust. Tá ið Gengis Kan doyði, varðmongolska ríkið býtt sundur í 4 kanat (ríki). Abbasonur Gengis,Kublai, fekk eystasta kanatið. Vestastu kanatini, sum vóru smærri, syndraðust so líðandi, tó atTimur Lenk, kanur Gylta fylgisins, stutt tíðarbil í14. øld ráddi á teimum øllum.