Movatterモバイル変換


[0]ホーム

URL:


Jump to content
WikipediaHin frælsa alfrøðin
Leita

Gabon

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
République Gabonaise
Flagg Gabon
(Flagg Gabon)
Skjaldarmerki Gabon
(Skjaldarmerki Gabon)
Tjóðarslagorð: Union, Travail, Justice (franskt)
Tjóðsangur:La Concorde
Alment málFranskt
HøvuðsstaðurLibreville
ForsetiBrice Oligui Nguema
ForsætisráðharriRaymond Ndong Sima
Fullveldi17. august 1960 (fráFraklandi)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
267.668 km²
3.76%
Íbúgvar
 - tilsamans2023
 -tættleiki
 
2.397.368
7.9/km²
GjaldoyraCFA frankur (XAF)
TíðarøkiUTC +1
Økisnavn á alnetinum.ga
Telefonkota+241

Lýðveldið Gabon (franskt:République Gabonaise) er eitt land íMiðafrika. Gabon hevur mark viðEkvatorguinea,Kongo ogKamerun. Landið hevur uml. 2 397 368 íbúgvar. Báðumegin miðkring, har nógv avfall er alt árið, er Gabon; tríggir fjóðringar av landinum eruregnskógur. Mesta inntøkan í landinum er av oljuvinnuni, men skógarvinnan er eisini nógv vaksin í seinastuni. Nógva tilfeingið skuldi gjørt, at Gabon var ríkt land, so er ikki, og fólkið er fátækt. Høvuðsatvoldin er lutvíst, at tá ið Gabon fekk sjálvstýri í 1960, tókeinflokkastjórn valdið. Stjórnin stýrdi illa og søplaði burtur peningin í landinum. Í 1990 fekk Gabonfólkaræðiliga stýrisskipan.

Libreville er bæði høvuðsstaður og størsti býur í Gabon. Libreville merkir á fronskum "frælsur býur", og býurin, ið nú er høvuðsstaður í Gabon, varð grundaður í 1849 sum frístaður hjá leyslatnum trælum. Fronsk ávirkan eyðkennir býin, tí at Gabon gjørdist franskthjáland í 19. øld. Nú er Libreville lívligur, nýmótans stórbýur; har er nógv virksemi; men ovurstórur munur er á fátækum og ríkum.

Landslutir

[rætta |rætta wikitekst]
Landslutir í Gabon.
  1. Estuaire (Libreville)
  2. Haut-Ogooué (Franceville)
  3. Moyen-Ogooué (Lambaréné)
  4. Ngounié (Mouila)
  5. Nyanga (Tchibanga)
  6. Ogooué-Ivindo (Makokou)
  7. Ogooué-Lolo (Koulamoutou)
  8. Ogooué-Maritime (Port-Gentil)
  9. Woleu-Ntem (Oyem)


Wiki bókstavur w Hendan greinin er einstubbi. Tú kanst hjálpa Wikipedia við atvíðka hann.
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
Heintað frá "https://fo.wikipedia.org/w/index.php?title=Gabon&oldid=378519"
Bólkur:

[8]ページ先頭

©2009-2025 Movatter.jp