Movatterモバイル変換


[0]ホーム

URL:


Jump to content
WikipediaHin frælsa alfrøðin
Leita

Frans pávi

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Frans pávi í desember 2021

Frans 1. pávi (latínFranciscus) varð føddur17. desember1936 í býnumBuenos Aires íArgentina sumJorge Mario Bergoglio. Hann doyði hin21. apríl2025 íVatikaninum.[1][2]

Pávin, sum í2013 tók við eftirBænadikt sekstanda, er nummar 266 í røðini av pávum. Hann var 76 ára gamal tá í tíðini, úr Argentina og er fyrsti pávi í søguni úrSuðuramerika og tann fyrsti uttanfyriEvropa í yvir 1000 ár. Frans pávi hevði gjørt vart við seg sum ein fólksligur, einfaldur og vinaligur pávi, og av tí sama var hann ógvuliga vælumtóktur millum fólk. Ofta høvdu fleiri enn 100.000 fólk verið á torginum sunnudagar, tá pávin heilsaði fjøldini. Meir enn 6,6 milliónir fólk sóu og hoyrdu Frans páva í Vatikaninum frá mars 2013, tá hann varð valdur. Til samanberingar sóu og hoyrdu 2,3 milliónir fólk undanmannin Bænadikt páva.

Ávísingar úteftir

[rætta |rætta wikitekst]

Sí eisini

[rætta |rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið

Keldur

[rætta |rætta wikitekst]
  1. Frans pávi er deyður, kvf.fo, 21.04. 2025
  2. VaticanNews, twitter.com
Heintað frá "https://fo.wikipedia.org/w/index.php?title=Frans_pávi&oldid=384630"
Bólkar:

[8]ページ先頭

©2009-2025 Movatter.jp