Parthenon er eitt tempul, ið er ognaðAthenu og liggur á heygnumAkropolis íAthen. Tað er eitt av best umboðandi symbolunum fyri mentanina og gløggskygni hjá fornu grikkunum.
Forna Grikkaland var einmentan, ið hoyrdi til eitt tíðarskeið í griksku søguni, ið byrjaði í arkaiskari tíð í8. øld f.Kr.. Forna Grikkaland hevur eina 1000-ára søgu og verður av mongum mett at vera vøggan hjá vesturlendsku mentanini. Fornu grikkarnir stóðu ímóti hertøkuroyndum og yvirlivdu at vera hersettir av rómverjum, men seinni gjørdust teir partur avByzantinska ríkinum. Grikska mentanin hevði stóra ávirkan áRómverjaríkið og breiddi seg harvið til restina avEvropa.
Í forna Grikkalandi hendi gjøgnumbrot við nýtslu av myntum innan handil. Tann athenska "ugglumyntin" ráddi yvir miðalhavshandlinum í 400-300-talinum f.Kr. Ugglan var heilagi fuglurin hjá vísdómsgudinnuniAthenu.
Olympisku leikirnir, fyri at nevna eitt dømi, byrjaðu í tí grikska mentanararvinum.Renessansan (Endurburðartíðin) var ein roynd at endurvekja arvin eftir Rómverjaríkið og Forna Grikkaland. Fyrstu Olympisku Leikirnir vórðu hildnir776 f.kr.