Á einum nesi har, sum nú nevnistCape Canaveral (fyrr CapeCape Kennedy), er tann gitna rakettstøðin, sum rúmdarfør verða skotin upp frá. Hátøkniliga eru fá lond fremri enn Florida, serliga í rúmdarkanningum.Florida Keys er eitt væl dámt strandarøki á suðurendanum á Florida.
Florida er ein fløta, øll sum hon er. Har er ovurheitt. Í støðum eru stórar mýrar, sum kunnu vera avvaksnar við tættum skógi. Av tí at so stórur munur er á veðurlagnum norðuri íUSA og í Florida, kemur nógv fólk norðaneftir hagar at ferðast um veturin. Tey halda tá til úti við strondina og stuttleika sær við at svimja í tí flógva sjónum. Suðuri á Florida út mótiAtlantshavi er sandstrond, og heitt og turt er veðurlagið; har er tí eitt útvalt baðipláss, og tað nógva frítíðarfólkið, sum leitar hagar, hevur gjørt, at býurinMiami er ógvuliga skjótt vaksin hesi seinastu árini.
Í Florida er vanliga heitt alt árið. Tó kann tað henda seg, at kaldur vindur er norðaneftir í stutt tíðarbil. Tað er ikki gott fyri tey nógvu appilsintrøini, sum har eru. Har er alla tíðina sera slavið og heitt, og hitin er á leið tann sama alt árið. Har er tropiskt regnskógarveðurlag, og tann nátúrligi gróðurin er tropiskur regnskógur. Men nógvastaðni er regnskógurin høgdur, og jørðin er velt ella nýtt sum beitilendi. Norðast í Florida er heitt-temprað veðurlag, harleyvtrø vaksa. Her vóru áður stórir leyvskógir, men nú á døgum eru í staðin veldiga stórir akrar. Sunnast í Florida er landslagið heilt øðrvísi. ÍKaribiahavi úti fyri suðurstrondini eru nógvar vakrar, pálmavaksnar oyggjar. Til dømis koma milliónir av fólki úr øllum heimi at vitja baðistrendurnar íFlorida Keys.
Stívur fimtingur av Florida er mýrlendi. Her er tjóðargarðurinEverglades, har mong sjáldsomdýr halda til, til dømisfloridapantarin ogmanatein, sum er eitt sjóneytaslag.Amerikanski alligatorurin livir eisini í mýrunum í Florida. Hann kann gerast upp ímóti 3,6 m langur. Í Florida er tað ólógligt at ala aligatorar í sínum egna heimi.
Meginparturin avEverglades er í vanda fyri at hvørva, tí at mýrarnar verða skornar upp og veittar at nýta til byggilendi og landbúnaðarjørð. Í1994 játtaðu myndugleikarnir í Florida at bjarga mýrunum, ið eftir eru, og at gera aðrar mýrar.
Meira enn fýra miljónir ferðafólk fóru og komu um havnina íMiami við skemtiferðaskipum í 2013. Stóra talið staðfestir harvið havnina sum heimsins skundmiklastu ferðaskipahavn.[1]Havnin íMiami útvegar sambært embætismonnum í 2014 umleið 27 miljardir dollarar um árið til búskapin í Florida og hevur meira enn 200.000 fólk í arbeiði.[2]
Fyrr búði mesta fólkið á bygd og livdi av landbúnaði, men so hvørt ídnaðurin hevur ment seg, eru alt fleiri og fleiri fólk flutt til býirnar at búgva.Fruktir sumappilsinir,sitrónir og aðrar fruktir vaksa væl í Florida. Ymiskt veðurlag og ymiskt jørðildi í Florida gera, at har er sera fjølbroytturlandbúnaður. Nógv sløg av grøði verða velt. Í Florida eru sitrusfruktir ein týðandi grøði.
Sum fremstaídnaðarland í heiminum hevurUSA sjálvandi nógvan ymiskan ídnað. Millum teir týdningarmestu eru flogídnaður,heilivágsídnaður og KT-ídnaður. Ein hópur av fyritøkunum í USA eru ógvuliga stórar, og virksemið hjá teimum fevnir um nógv lond. Leingi var tað soleiðis, at meginparturin av framleiðslu ídnaðinum, t.d.bilídnaðurin íDetroit, var miðsavnaður í landnyrðingspartinum í USA. Hetta økið varð nevntrustbeltið. Talan var um økið rundan um teir stóru býirnarNew York City,Boston,Philadelphia,Baltimore,Chicago,Cleveland,Cincinnati,Indianapolis ogDetroit. Hetta er nær við tey stóru kolanámini íAppalachiafjøllunum, og góðir møguleikar fyri samskifti og flutningi vóru eisini ein orsøk til, at so nógvur ídnaður varð bygdur júst har. Nú er ein stórur partur av framleiðsluídnaðinum fluttur vestureftir tilKalifornia ella suðureftir til Florida, til tað sonevndasólbeltið, sum er statir har tað er heitt og nógv sólskin. Har vaksa býir sumJacksonville,Miami,Tampa,Orlando,Tallahassee ogFort Lauderdale.