Movatterモバイル変換


[0]ホーム

URL:


Jump to content
WikipediaHin frælsa alfrøðin
Leita

Fidel Castro

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Fidel Castro í1950-árinum.
Fidel Castro í september2003.

Fidel Alejandro Castro Ruz(audio) (føddur13. august1926, deyður25. november2016)[1][2] stóð á odda fyri teirrikommunistisku kollveltingini íKuba í1959, og aftaná varð hann valdur til landsins forsætisráðharra. Í tíðarskeiðinum sum forsætisráðharri og forseti (1959-2008) yvirlivdi hann drápsroyndir, einaCIA innrás ogKubakreppuna, sum mundi elvt til eittatomkríggj.

Ræðið hjá Fidel Castro á oyggjalandinum beint sunnan fyriFlorida varð merkt av spentu viðurskiftunum viðUSA, ikki minst eftir miseydnaðu amerikansku innrásina í Svínavíkini í 1961 og kubakreppuna árið eftir, tásovjetskar rakettir vórðu settar upp í Kuba, og eitt atomkríggj mundi blivið veruleiki. Hann yvirlivdi at verða koyrdur í fongsul av einaræðisharranumFulgencio Batista, at vera í útlegd íMeksiko og at kollveltingin hjá honum fekk eina katastrofala byrjan, áðrenn hann sum 32 ára gamal í januar 1959 kundi ríða inn íHavanna og gerast yngsti leiðari íLatínamerika. Tey næstu mongu árini var hann ein íblástur hjá øðrum kollveltingarsinnaðum og leiðarum í Latínamerika ogAfrika og stóð sum ein ímynd av mótstøðuni móti stóra veldinum hjá USA.

Lívssøga

[rætta |rætta wikitekst]

Fidel Castro Ruz varð føddur 13. august í 1926 í sukurlandinum har eysturi á Kuba. Har arbeiddi pápi hansara, sum var tilflytari úrSpania, við at finna arbeiðsmegi til amerikanskar sukurfyritøkur, áðrenn hann fekk sær sína egnu sukurplantasju. Hann gekk í skúla og fór seinni á lærda háskúlan íHavanna, har hann lasløgfrøði ogsosialvísindi. Lívið sum uppreistrarmaður byrjaði í 1953, tá hann saman við øðrum leyp á hernaðarbarakkirnar í Santiago. Teir flestu av uppreistrarmonnunum doyðu, og Fidel og Raúl vórðu settir í fongsul. Her gjørdi Fidel sína verjurøðu úr rættinum til eitt politiskt manifest, sum hann smuglaði við sær úr fongslinum og segði, at "søgan fer at fríkenna meg."

Seinni varð hann náðaður og rýmdi tilMeksiko, har hann savnaði ein nýggjan uppreistrarher, sum hann í 1956 sigldi aftur til Kuba við í bátinum "Granma". Fleiri av monnunum doyðu, tá teir royndu at koma í land, men tað eydnaðist Castro at finna nýggjan stuðul í fjallalandinum har eysturi á Kuba. Trý ár seinni varð einaræðisharrinBatista feldur, og 8. januar 1959 komu Castro og hansara fólk til Havanna.USA var eitt av fyrstu londum at viðurkenna nýggju stjórnina hjá Castro, sum hevði lovað, at hann bara vildi endurreisademokratiið í landinum og ikki gera taðsosialistiskt.

Men tað gekk ikki leingi, áðrenn umfatandibúskaparligar broytingar vórðu settar í verk. Gamlir stjórnarlimir vórðu sendir í rættin, og næstu tvey árini vórðu í minsta lagi 582 avrættað. Óheft tíðindabløð vórðu stongd, ogsamkynd vórðu rikin í legur til "endurútbúgving." Í 1964 viðgekk Castro, at tað sótu minst 15.000 politiskir fangar í Kuba. Fólk í hópatali flýddu úr landinum, teirra millum eisini dóttir Fidels,Alina Fernández Revuelta, og systir hansara Juana. Men milliónir fagnaðu Castro og sóu hann sum teirra rødd móti hástórum ogimperialistiskum amerikanarum. Tey fegnaðust um, at stjórnin tók ognir frá yvirstættini, vísti amerikanskum gangstarum av landinum og steðgaði amerikansku kasinounum.

Røðurnar hjá Castro gjørdust skjótt eitt vørumerki hjá Kuba, og ofta var talan um drúgvar røður. Tiltikin er hansara 269 minuttir langa røða áST-aðalfundinum í 1960. Tá Fidel Castro vendi sær alsamt meira mótiSovjetsamveldinum, svaraði USA aftur við at lata vera við at keypa sukur frá Kuba. Afturfyri legði Castro hald á amerikanskar ognir í Kuba fyri fleiri milliardir. USA setti handilsstongsul í verk, og 3. januar 1961 vórðu diplomatisku sambondini landanna millum slitin. Castro boðaði 16. apríl sama árið frá, at kollveltingin hjá honum var sosialistisk, og dagin eftir lupu eini 1400 kubanar í útlegd á strondina við Svínavíkina á kubansku suðurstrondini. Innrásin, sum varð stuðlað avCIA, miseydnaðist fullkomiliga, og USA mátti leggja ætlanirnar um at gera innrás í Kuba á hillina.

Tað forðaði tó ikki Castrosa fíggindum í at royna at sleppa av við hann. Kubansk tøl siga, at upp gjøgnum árini eru meir enn 630 morðroyndir framdar ella ætlaðar móti Castro. Størsta kreppan millum Kuba og USA kom 22. oktober 1962, táJohn F. Kennedy boðaði frá, at sovjetsk atomvápn vóru sett upp í Kuba. SonevndaKubakreppan stóð við í nakrar dagar, meðan verðin helt ondini. At enda játtaðiNikita Krustjev at taka vápnini burtur, men Kuba bleiv miðdepil í eini kreppu, sum mundi endað við atomkríggi millum stórveldini. Castro savnaði kollveltingarbólkar saman til nýggjakommunistaflokkin hjá sær. Fakfeløg mistu rættin til at fara í verkfall, ogkatólska kirkjan og aðrir átrúnaðarligir stovnar vóru fyri ágangi. Castro útflutti eisini kollveltingina til onnur lond íLatínamerika í1960-árunum, og í1970-unum vóru kubanskar herdeildir íAfrika og stríddust móti stýrum, ið vórðu stuðlað avVesturheiminum.

Men tá Sovjetsamveldið syndraðist, fór kubanski búskapurin sama veg. Castro royndi varliga at lata upp fyri útlenskumkapitalistum og avmarkaðum privatum vinnulívi. Samstundis batnaðu viðurskiftini millum Kuba og Vesturheimin. Í januar 1998 vitjaðiJóhannes Páll II pávi í Kuba, sum fram til tíðliga í1990-unum alment hevði verið einateistisktjóð. Hann royndi altíð at verja um sítt privatlív og gjørdi ikki nógv burtur úr tí. Castro fekk ein son við konuniMirta Díaz Balart, áðrenn tey skildust í 1956. Síðani var hann í meir enn 40 ár saman viðDalia Soto del Valle, sum hann fekk fimm synir við. Tað sigst, at tey giftust í stillum einaferð í1980-unum. Aldur og heilsutrupulleikar gjørdu, at hann í 2011 gav valdið víðari til beiggja sínRaúl Castro. Tá hevði hann verið ovasti maður í Kuba í meir enn 49 ár. Eftir tað var hann ikki nógv frammi alment, men fjølmiðlarnir vóru raskir at vísa á tað, tá hann var at síggja.

Ávísingar úteftir

[rætta |rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið

Keldur

[rætta |rætta wikitekst]
  1. "Cubas tidligere leder Fidel Castro er død.".dr.dk.26. november 2016.http://www.dr.dk/nyheder/udland/cubansk-tv-fidel-castro-er-doed.Heintað 2016-11-26. 
  2. "Cubas tidligere leder Fidel Castro er død. Han blev 90 år gammel".Ekstra Bladet.26. november 2016.http://ekstrabladet.dk/112/fidel-castro-er-doed/6426028.Heintað 2016-11-26. 
Heintað frá "https://fo.wikipedia.org/w/index.php?title=Fidel_Castro&oldid=364761"
Bólkar:

[8]ページ先頭

©2009-2025 Movatter.jp