Movatterモバイル変換


[0]ホーム

URL:


Jump to content
WikipediaHin frælsa alfrøðin
Leita

Evropeisku leikirnir

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Evropeisku leikirnir
Leikir
Ítróttagreinir
Felagsskapir

Evropeisku leikirnir er ein altjóða fleiríttróttastevna fyri ítróttafólk úr øllumEvropa, ið eftir ætlan skal haldast fyri fyrstu ferð á sumri 2015. Leikirnir eru upprættaðir eftir hugskoti frá og skulu stjórnast av Evropeisku Olympisku Nevndunum (European Olympic Committees - EOC), ið kunngjørdi leikirnir á teirra 41. aðalfundi í Rom hin 8. desember 2012.[1]Evropeisku leikirnir 2015, ið verða teir fystu leikirnir, verða hildnir íBaku,Aserbadsjan, í juni 2015 og síðan fjórða hvørt ár. Tjúgu ítróttagreinir eru higartil váttaðar til 2015 leikirnir, eftir væleydnaðar samráðingar við evropeisku myndugleikarnar fyri svimjing, fimleik og frælsan ítrótt.

Føroyar sleppa ikki at luttaka undir egnum flaggi til Evropeisku leikirnir og sleppa í løtuni bert at luttaka innan svimjing fyri ung undir LEN flagginum, men annars vera svimjararnir í LEN-høpi skrásettir sum Føroyar. Fimm ungir føroyskir svimjarar sleppa at luttaka á fyrstu Evropeisku leikunum, tey eru:Marius Ihlen Gardshodn,Ásbjørg Hjelm,Signhild Joensen,Maria Bjarnastein Antoft ogLív Erlingsdóttir Eidesgaard.[2]

Ítróttagreinar

[rætta |rætta wikitekst]

Kappingar verða hildnar í hesam ítróttagreinum á teimum fyrstu Evropeisku leikunum í Baku í 2015.[3][4]

Vertslond og býir

[rætta |rætta wikitekst]
Kort yvir støð ið hýsa Evropeisku leikunum (vertsbýir vístir við reyðum prikkum).
ÚtgávaÁrVertsbýurVertslandByrjunardagurEndadagurÍtróttargreinarKappingarLondÍtróttafólkHøvuðsleikvøllurKelda
I2015AserbadjanBakuAserbadjan12. juni28. juni20253505 898Baku National Stadium[5]
II2019HvítarusslandMinskHvítarussland21. juni30. juni15198504 023Rights/292/Articles|title=Netherlands Secure 2019 European Games - On the Scene|author= |date=16 May 2015|accessdate=16 May 2015|work=Around the Rings}}</ref>

Keldur

[rætta |rætta wikitekst]
  1. "EOC LAUNCHES EUROPEAN GAMES".8 December 2012.http://www.eurolympic.org/en/news/75-eoc/1373-eoc-launches-european-games.html. 
  2. svimjing.com - Úttøka til Evropeisku Leikir í Baku
  3. "Baku award inaugural Games".http://www.insidethegames.biz/news/1012007-baku-to-host-first-european-games-in-2015. 
  4. "European Games is given the go ahead for Baku in 2015".rte.ie.2012-12-08.http://www.rte.ie/sport/olympics/2012/1208/357489-european-games-is-given-green-light/.Heintað 2012-12-08. 
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
Heintað frá "https://fo.wikipedia.org/w/index.php?title=Evropeisku_leikirnir&oldid=347813"
Bólkar:

[8]ページ先頭

©2009-2025 Movatter.jp