Movatterモバイル変換


[0]ホーム

URL:


Jump to content
WikipediaHin frælsa alfrøðin
Leita

Evropa

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Heimskort. Evropa er merkt við grønum.
ES er eitt samstarv millum 27 lond í Evropa.

Evropa verður vanliga roknað sum ein av teimum sjey heimspørtunum ájørðini; men í hesum føri er meir ein spurningur um menniskjaligar/politiskar heldur enn jarðfrøðisligar orsøkir til tess, tí semja er ikki til fulnar um, hvar markið gongur hjá Evropa, sum í meginlandahøpi meir er at rokna sum ein stór hálvoyggj vestantil íEvrasia. Evropa er næstminsta meginlandið í heiminum, tað fyllir umleið 10 390 000ferkilometrar ella 2 % av flatujarðar. Einasta meginlandið, sum er minni, erOseania. Tá talan er um fólkatal, er Evropa triðstørst (ÍÁsia ogAfrika búgva fleiri fólk). Í Evropa búgva fleiri enn 712 000 000 fólk (t.e. umleið 11 % av fólkunum í heiminum. Norðan fyri Europa erArktiska Havið, vestanfyriAtlantshavið og sunnanfyri erMiðjarðarhavið og sambært siðbundnari jarðfrøðisligari definitiónKaukasusfjøllini. Eystureftir er tó heldur verri at seta markið, mensøguliga verðaUralfjøllini ogKaspiska havið roknað sum markið millumÁsia og Evropa.

Búskaparliga kunnu vit enn býta Evropa í tvey.Vesturevropa við nógvum ógvuliga ríkum londum, t.d.Týsklandi,Sveis ogFraklandi. ÍEysturevropa harafturímóti, ið varkommunistiskt til fyrst í 1990-árunum, eru londini nógv fátækari, t.d.Pólland,Ungarn ogRumenia. Tey stríðast við at menna búskapin, so at tey kunnu gerast kappingarfør á heimsmarknaðinum. Vælferðin og lutfalsliga støðugu politisku viðurskiftini í Evropa hava drigið mangar tilflytarar til heimspartin, flestu teirra úr gomlu hjálondunum. Hetta hevur havt við sær, at í mestsum øllum londum, helst í Vesturevropa, búgva nú stórir tjóðarminnilutar. Í Fraklandi t.d. hava norðurafrikanarar úrAlgeria og øðrum gomlum hjálondum búsett seg í stórbýum, t.d.Marseilles ogParís. Í 1957 gingu fimm lond saman og stovnaðu Europeiska Búskaparliga Felagsmarknaðin (EEC). Tey hildu, at neyvt búskparligt samstarv fór at avmarkað vandan fyri kríggi ímillum limalondini og at skapa vælferð í Evropa. Seinni komu fleiri onnur lond uppí, og nú eitur felagsskapurinEvropasamveldið (ES). 15 lond eru limir, og umframt búskaparliga samstarvið verður nú virkað fyri at geraES til politiskt samveldi.

Evropa er sundurbýttur heimspartur, og yvir 40 sjálvstøðug ríki eru í Evropa; men í fleiri londum eru loysingarrørslur, sum stríðast fyri at vinna sær størri sjálvræði ella fult frælsi frá tí landi, tær eru partur í. Eitt dømi um hetta eru baskar í Baskalandi í Útnyrðingsspania. Seinastu árini hava vit sæð, hvørja megi tjóðskaparkensla hevur; tí bæði í gamlaSovjetsamveldinum ogJugoslavia hava fólk vunnið sær frælsi og stovnað óheft ríki. Onkustaðni spældi hetta friðarliga av, onkustaðni endaði tað við stórkríggi.

Landafrøði

[rætta |rætta wikitekst]
Vesturevropa

Evropa skifta vit sundur íNorðurevropa (Norðurlond viðSkandinavia),Vesturevropa,Miðevropa,Suðurevropa ogEysturevropa. Í høvuðsheitum kunnu vit siga, at høg faldfjøll -Pyrineafjøll ogAlpurnar - skilja kaldara Norðurevropa frá heita Suðurevropa. Frá strondunum norðanNorðurpólkring og nakað suður eru træleysar frostmýrar, til nálaskógarbeltið tekur við. Tað er vestan úrNoregi og eystur ígjøgnum altRussland. Sunnanfyri er fruktagóði norðurevropeiski lágslættin, sum er besta kornlendið í heimspartinum, har veksur eisini leyvskógur. Longri suðuri ermiðjarðarhavsøkið; har er veðurlagið heitt, og sumstaðni er lendið oyðimarkarkent. Gosfjøll eru bara íÍslandi ogSuðuritalia, harEtna ogStromboli enn eru virkin. Uralfjøll ogKavkasus eru mark ímótiAsia. Alpurnar taka seg upp í landsynningspartinum í Fraklandi, fara ígjøgnum Sveis ogNorðuritalia og langt inn íEysturríki. Seinastu 2 milliónir árini hevur ísurin broytt landslagið og gjørt pýramiduskapaðar tindar, hvassar fjallakambar og røðir, fagrar fossar og djúpar lægdir, sum nú eru vøkur vøtn. Nógvar plantur, m. a. fransagras, hava lagað seg til gróðrarumstøðurnar so høgt uppi. Tey 15 vøtnini í tjóðargarðinum Lake District í útnyrðingsonglandi eru í U-skapaðum dølum, ið greina seg úr nøkrum lágum fjøllum sum snældur úr hjólshjarta. Fyri øldum síðan runnu áir í dølunum, men í seinastu ístíð gróvu skriðjøklarnir seg djúpt niður í dalarnar; men tá ið ísurin tiðnaði, byrgdi grótið, ið jøklarnir høvdu skumpað íyri sær, dalarnar, so at teir fyltust við vatni. Av tí at stóru dalarnir gjørdist so djúpir, „hingu" síðudalarnir nú langt oman fyri høvuðsdalin og nógvastaðni runnu nú høgir fossar út av vøtnunum. Ígjøgnum norðara part í Evropa gongur stórt nálaskógarbelti.Nálatrø, t.d. grann, standa grøn alt árið og tola bæði kava og nógvan kulda. Nálaskógurin veitir eisini mongum dýrum lívd og føði hørðu vetrarmánaðirnar.Donau, ið vellir fram í Týsklandi og er longsta á í Vesturevropa, rennur í ein landsynning eystur ígjøgnum Evropa og út íSvartahav. Hon er týdningarmikil flutningsvegur í teimum níggju londunum, hon rennur ígjøgnum. Donauoyrarnar, har áin skilur seg í nógvar smáar áir og vatnræsi, eru stórt vátlendi við nógvumdýralívi. Fleiri enn 300 fuglasløg eru sædd her og eisini dýr sumvillsvín,hjørtur ogvillkøttur.

Tey lond, sum liggja fram viðMiðjarðarhavi, kalla vitMiðjarðarhavslondini.

Í londunum viðMiðjarðarhav er serligtveðurlag. Umsummarið er heitt og turt; og umveturin er lýtt, og tað regnar illa. Hetta veðurlagið hevur við sær, at t.d. aldinfruktir, vínber og oljutrø vaksa væl. Mongtrø, t.d. tundureikin, hava tjúkkan børk, sum verjir tey fyri nógva hitanum um summarið. Norðurevropiska slættlendi er úrSuðuronglandi, ígjøgnumFrakland ogTýskland og heilt eystur atUralfjøllum íRusslandi. Næstan allur slættin er láglendi, og íNiðurlondum er hann so lágur, at partar av honum eru niðan sjóvar. Hesin víði slætti er eitt hitt besta kornlendið í heiminum. Undir honum eru bæðikol,olja oggass. Slættin er eisini fjølbygdasta økið í Evropa, og her eru mangir stórir býir. Evropa er fjølbygdur heimspartur. Í vídd er hann næstminstur, men bara í størsta heimspartinum,Ásia, er meiri fólk. Tað hevur við sær, at mong búgva í býum. Ikki er bara nógv fólk í Evropa, har eru eisini mong lond - fleiri enn 40; og ósemjur landanna millum (t.d. um landamark og átrúnað) eru javnan endaðar við kríggi. Bara í hesari øldini hevur stríð, kyknað í Evropa, elvt til tveirheimsbardagar. Men hóast hesar trupulleikar er Evropa ríkur heimspartur, og mong evropeisk lond eru ímillum tey ríkastu í heiminum. Nøkur fátæk lond eru, men samanumtikið eru lívskorini góð, samanborið við hvussu fólk hava tað nógva aðrastaðni í heiminum. Henda vælferð er komin av mestsum støðugumídnaðarvøkstri, og at Evropa áður var mikiðhjálandaveldi og ráddi í mongum londum íAfrika, Asia og Amerika (Norðuramerika ogSuðuramerika). Mesta fólkið í Evropa býr í stórum býum. Fjølbygdasti parturin í Evropa er úr Suðuronglandi, ígjøgnum Norðurfrakland,Belgia, Niðurlond og nakað eystur í Týskland. Í hesum økjum hevur fólkavøksturin verið so stórur, at einstakir grannabýir eru vaksnir saman í tað, sum verður nevnt stórstaðarøki. Størstu stórstaðarøkini eru íRuhr í Týsklandi. ÍEysturevropa býr harafturímóti størri partur av fólkinum á bygd og í smáum býum. Einir 578 milliónir evropearar eru trongdir saman á einum landøki, sum tilsamans er lítið størri ennAvstralia. Av tí sama eru nøkur lond í Evropa ímillum tey fjølbygdastu í heiminum. Í Niðurlondum eru fleiri enn 400 fólk á hv. km2. Eysturevropa er ikki so fjølbygt sum Vesturevropa, men eisini her erfólkatættleikin væl oman fyri heimsmiðalfólkatalið. Bera vit saman við Afrika og Ásia, er fólkatalið í flestum londum í Evropa støðugt -tað hvørki veksur ella minkar. Fá børn verða fødd, og fólk liva leingi - um 75 ár í miðal í flestum londum; harafturímóti ermiðallívsævin í India og mongum londum í Afrika undir 60 ár. Tað ger, at fólkið í Evropa er eldri enn nógva aðrastaðni í heiminum. Stórur partur er farin um 65 ár.

Lond í Evropa

[rætta |rætta wikitekst]
Evropa skifta vit sundur í (sbrtST):

Hetta yvirlitið sýnir fyrst viðurkend fullveldisríki, undir hesum standa landslutir ella lond uttan fullveldi, og undir hesum eru aftur aðrir landslutir og lond.

Viðmerkingar:
1: Landafrøðiligani partur avÁsia, men søguliga og politiskt partur av Evropa.
2: Land lutvíst íÁsia.
3: Land/øki (lutvíst) partur avNorðuramerika.
4: Strangt tikið ikki partur avStóra Bretlandi, men heldur í einum slagi av kongsfelagsskapi.

Kort

[rætta |rætta wikitekst]
  • Politiskt kort.
    Politiskt kort.
  • Evropa í ár 1000.
    Evropa í ár 1000.
  • Fylgisveinamynd.
    Fylgisveinamynd.

Keldur

[rætta |rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
Heimspartar
Heintað frá "https://fo.wikipedia.org/w/index.php?title=Evropa&oldid=376795"
Bólkar:
Fjaldur bólkur:

[8]ページ先頭

©2009-2025 Movatter.jp