Etiopia (amhariskt;ye-Ītyōṗṗyā Fēdēralāwī Dīmōkrāsīyāwī Rīpeblīk) er eitt land íEysturafrika við umleið 75 millionar íbúgvar. Etiopia er av fátækastu londum í heiminum.Miðallívsævin í landinum er 49.43 ár. Í norðri hevur Etiopia mark viðEritrea ogDjibuti, í eystri viðSomalia, í suðri viðKenja og í vestri viðSudan. Seinastu árini hava turkur, hungursneyð og kríggj gingið á Etiopia, ið er land við sjáldsomum og gomlum siðum. 57.3% av fólkinum eru ikki lesifør.
Fleiri enn 100 steinsúlur vórðu reistar í Etiopia. Mangar eru til tann dag í dag, men bara ein stendur enn uppi. Helst vóru tær kongligir gravsteinar.
Aksumríkið, sum var við Reyðahavsstrondina íLandnyrðingsafrika í Etiopia, varð bygt í2. øld. Fólkið í Aksum hevði fyrstan tíð sínar egnu gudar, men tíðliga í4. øld gjørdist ein av landsins valdsharrum,Ezana kongur,kristin. Seinast í5. øld hevði meginparturin av fólkinum tikið við kristnari trúgv, sum so líðandi breiddi seg til grannalondini. Síðan blómaðikristindómurin í hesum londum, og nógvar merkisverdar kirkjur, tann kendasta var SantaGeorgskirkjan íLalibela í Norðuretiopia, hon var høgd inn í sjálvan klettin. Aksum var týdningarmikið handilsríkið, sum hevði handilssamband við fjarskotin lond, eitt núIndia,Persia,Egyptaland ogArábia. Aksum var mætasta ríkið í Landnyrðingsafrika til miðskeiðis í7. øld, tá ið tað fór at ganga úr hond, av tí at arábiska ávirkanin tók at vaksa í ríkinum.
Í1984-1985 var ræðulig hungursneyð í hálendinum fyri norðan; neyðan kom avborgarakríggi, turki, ovfólkan, og at búnaðarjørðin varð útarmað. Um somu tíð kríggjaðist Etiopia viðEritrea. Kríggið endaði í1991.
Etiopiski forsætisráðharrin,Abiy Ahmed, færfriðarheiðursløn Nobels í 2019. Ahmed tók við sum forsætisráðharri í Etiopia í 2018. Hann fær friðarheiðurslønina, tí hann hevur megnað at fingið frið í lag millum Etiopia ogEritrea. Hann hevur leyslatið politiskar fangar, og hevur undirskrivað friðaravtalu við forsetan í Eritrea,Isaias Afwerki. Hann hevur eisini arbeitt fyri at fáa kvinnur upp í politikk, og helvtin at stjórnini hjá honum eru kvinnur. Sum siður er, verður Nobel-friðarheiðurslønin handað 10. desember á ráðhúsinum íOslo.
Í Etiopia eru mong fólkasløg, sum øll hava egiðmál og sínar egnu frásagna-,tónleika- og dansisiðir. Fólkadansarar siga søgur úr gerandislívinum.Tónleikur og sangur eiga stóran leiklut, tá ið bygdafólk siga frá siðum sínum og mentan.
Fýra av fimm etiopiarum liva av landbúnaði og dyrka til dømisteff (eitt kornslag) ella halda húsdýr.
Konufólkini høgga brenni og bera til hús, annaðhvørt at nýta heima ella at selja. Trupulleikin er, at skógurin í Etiopia verður týndur. Tá ið eingitrø eru, rennur moldin burtur í áarføri, ella hon fýkur burtur í vindi. Soleiðis er nógv búnaðarjørð oyðiløgd og vorðin til oyðið skridnalendi.
Týdningarmesta útflutningsgrøðin er kaffi, sum mest verður dyrkað í fjøllunum í landslutinumKaffa, sum hevur givið hesi viðgitnu njótingarplantu navn.
Tjóðarrætturin í Etiopia erenjera, ið er bleytt flatbreyð, bakað av teffmjøli, etið aftur við stúvningi av kjøti og grønmeti. Sterk, vælkryddað sós, nevndwot, verður stoytt oman yvir rættin. Rátt neytakjøt við sterkum kryddi og bræddum smøri er gildismatur. Vanligt er at eta harðkókað egg aftur við rættinum.