Movatterモバイル変換


[0]ホーム

URL:


Jump to content
WikipediaHin frælsa alfrøðin
Leita

Eritrea

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
ሃገረ ኤርትራ
دولة إرتريا
Flagg Eritrea
(Flagg Eritrea)
Skjaldarmerki Eritrea
(Skjaldarmerki Eritrea)
Tjóðarslagorð: Onki1
Tjóðsangur:Ertra, Ertra, Ertra
Alment málTigrinya,arabiskt,enskt
HøvuðsstaðurAsmara
ForsetiIsaias Afewerki
'Onki
Fullveldi24. mai1993
(fráEtiopia)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
121,100 km²
0.14 %
Íbúgvar
 - tilsamans2014
 -tættleiki
 
6 380 803
52.7/km²
GjaldoyraNakfa (ERN)
TíðarøkiUTC +3
Økisnavn á alnetinum.er
Telefonkota+291
1Fleiri enn 10mál verða talað, men høvuðssmálið ertigrinja.

Staturin Eritrea (alment heiti) er eitt lítið land íEysturafrika. Eftir frælsiskríggj í 20 ár loysti fjallalandið Eritrea fráEtiopia ímai1991. Eritreiski frælsisherurin (EPLF) rak seinastu etiopisku herdeildirnar av landinum og fór so at gera landinum eina stjórnarskipan.

Fólkið í Eritrea roynir nú at fáa á føtur afturbúskapin og alt annað, sum varð oyðilagt í krígnum.

Søga

[rætta |rætta wikitekst]

Eritra hevði staðið undirEtiopia síðan4. øld. Sumhjáland var tað limað inn íEtiopia í1962. Næstan beinanvegin fóru Frælsisfylking Eritrea (stytt EPLF), og aðrar rørslur at berjast fyri frælsi. Í1991 eydnaðist EPLF umsíðir eftir frælsisbardagar í næstan 30 ár at rekaetiopiska herin úr landinum. Á fólkaatkvøðu í1993 var eisini stórur meiriluti fyri loysing.

Bráðfeingisstjórn varð skipað, og í mai 1993 var Eritrea lýst at vera frælst ríki. Limir í EPLF, viðIsaias Afewerki (føddur2. februar1946 íAsmara, Eritrea) á odda skipaðu tjóðarting, bóðuVesturheimin um stuðul og hjálp og settufólkaræði í gildi. Eritrea varð fyrsta land íAfrika at broyta landamørkini, sumevropeiska hjálandaveldið hevði sett.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
Heintað frá "https://fo.wikipedia.org/w/index.php?title=Eritrea&oldid=319767"
Bólkar:

[8]ページ先頭

©2009-2025 Movatter.jp