Tjóðveldið Ekvador (upprunaheiti:República del Ecuador) er eitt land íSuðuramerika. Í norðri hevur Ekvador mark viðKolumbia, í vestri viðKyrrahav, og í suðri viðPerú. Til Ekvador hoyra eisiniGalapagosoyggjar, tær eru 1.000 km úti íKyrrahavi. Fólkið í Ekvador er nógv blandað, tíggjundaparturin er hvítur, hitt eru mesitzar, blámenn og indiánar. Tó at hvítu eru so lítil partur av fólkinum, sita teir kortini við ræði, og stýrislagið er tað sama sum í hinum londunum íSuðuramerika.
Í árinum 1400 e.Kr. tóku inkarnir landaøkið. Aymaraindiánar vórðu limaðir í stóra inkraríkið,Tawantinsuyo, sum í stórveldstíð síni rakk fráKili í suðri til Ekvador í norðri. Politiski og samfelagsligi bygnaðurin hjá inkum og aymarum var sera líkur. Aymarar vóru einastu av mongum fólkasløgum, ið inkar tóku, ið varðveittumál sítt og politiskan bygnað.
Tað, atevropearar funnu Ekvador, bar í særspanska hertøku og harðan ágang á fólkið har. Í allarihjálandatíðini var ræði kirkjunnar ovurstórt. Kirkjan legði undir seg stór jarðarlendi og eisini indiánska arbeiðsmegi, og hon gekk undan í tøku av jørð. Sløk hundrað ár eftir, at spaniamenn komu til Ekvador, vóru 90 % av indiánska fólkinum deyð. Høvuðsatvoldin var sjúkur, iðevropearar bóru við sær, til dømis meslingar og pokur[2].
Nógv umhvørvisstríðsfólk hava fingið deyðshóttanir og eru álopin av vápnaðum monnum, í nøkrum førum av vápnaðum herliðum. Tíðliga í 2008 bleiv ein bólkur handtikin og ákærdur fyri atsóknir og harðskap móti vápnaðu herliðunum, men øll vórðu seinni latin leys orsakað av vantandi prógvum.
Esther Landetta hevur verið oddakvinna í tveimum bólkum, sum stríðast fyri at verja áirnar Gala, Chiko, Tenguel og ánna Siete íGuayas-landspartinum við at skjalprógva og almannakunngeradálkingina av hesum áum[3]. Landetta er eisini limur av einum kvinnubólki fyri mannarættindi -Women Defenders of the Pachamama Front. Landetta, sum er leiðandi limur av tveimum felagsskapum, sum finnast at óregluligum minuvirksemi, ið hótta heilsuna og vinnumøguleikarnar hjá fólki á staðnum, hevur orsakað av deyðshóttanum verið noydd at goyma seg saman við børnum sínum.
Orsakað av hesum hava myndugleikar á staðnum byrjað kanningar av m.a.dálking, sum námsrakstur hevur havt á áirnar í apríl í 2008. Síðani tá hevur Landetta verið fyri grovum hóttanum og eini deyðshóttan 12. juli í 2008. Hon hevur søkt um almenna verju.
OyggjasamfelagiðGalapagos liggur vestur úr Ekvador. Á hesum oyggjum leitaðiCharles Darwin eftir verum við gomlum uppruna.Landið liggur vestur ímótiKyrrahavi og er ikki so lítið sammett við evropeisk lond; 283,561 km2 til víddar (t.e. størri ennStóra Bretland) við skýhøgumAndesfjøllum mitt í og slættlendi báðumegin.
Ekvador er lítið land íSuðuramerika, og landslagið er ógvulig fjølbroytt. Á eini ferð bara 200 km. inni í landinum fert tú úr láglendinum við strondina, har nógv avfall er, upp í kalda hálendið íAndesfjøllum og oman aftur í tropiskarregnskógir eystan fyri fjøllini. Fram við strondini eru mýrar, har vaksa mangrovutrø, sum tolasjógv. Hetta gróðrarlendið gagnar fólkinum væl, úr mangrovutrøunum fæst viður til brenni og byggitilfar, ogfiskur, krabbadýr og skeljafiskur, ið liva her, eru týdningarmikil føði hjá fólkinum.
Høvuðsstaðurin eiturQuito, hann er beint undir ekvator (miðkring), men av tí hann stendur so høgt, 2850 m. yvir havinum, kennist veðurlagið rættiliga svalligt. Í býnum møtast nýggja og gamla tíðin. Nógv av húsunum eru elligomul, og vegirnar eru krókutir og smalir, men har koyra bussar, bilar og sporvognar, og tey sum hava ráð hava somu hentleikar sum fólk á okkara leið. Størsta skipahavnin eiturGayaquil, har verður meginparturin av tí, landið hevur at selja, fermdur.
Langt úti (umleið 1000 km.) í vesturi íKyrrahavi eigur Ekvador nakrar oyggjar, sum nevnastGalapagosoyggjar. Har er eitt so óføra stórtskjaldbøkuslag. Tær størstu kunnu viga upp í 500 kg., og summar verða 400 ára gamlar. Ovurhonds stóraskriðdjórið hevur verið illa fyri, tí sjófólk hevur havthund,rottu og onnurdjór við sær á Galapagosoyggjarnar, eystarlaga í Kyrrahavi. Hon er nú alfriðað.UNESCO hevur koyrtGalapagos á listan yvir støð í vanda fyri umhvørvisoyðilegging.
Í Ekvador eru fýra kendar gosfjallarøðir, sum allar eru partur íAndesfjøllum. Minst tíggju fjøll í hesum røðum goysa enn. Eitt hitt kendasta erCotopaksifjall, tað er 5897 metrar høgt og er ímillum hægstu gosfjøll í heiminum. Seinast, tað goysti, var í 2010[4].
Fyrst í1980-árunum bygdi búskapurin í Ekvador á tríggjar landbúnaðarvørur -kakao,kaffi og bananir. Nú er vinnuvegurin ikki so eintáttaður longur, men enn arbeiðir ein triðingur av fólkinum í landbúnaðinum.
Fiskivinna er týðandi vinnuvegur, mest verður veitt av sardinum,rækjum ogtunfiski. Rættiliga nýggj útflutningsvøra eru nývaksnar blómur, til dømis nelikar, rósur og statisur, ið verða fluttar út tilEvropa ogUSA.Rækjur eru vorðnar týðandi útflutningsvøra, og stórar rækjualistøðir hava veitt túsundtals fólki arbeiði. Men vansin við alingini er, at hon fer illa við viðbrekna mangrovulendinum.
Kendipanamahatturin hevur ongantíð verið gjørdur íPanama. Hann er úr Ekvador, men var í fyrstuni gjørdur sum søluvøra tilPanama, av tí er navnið komið. Tríggjar mánaðir varir tað at gera ein fyrsta floks hatt[5].
Fólkið kann býtast í tríggjar høvuðsflokkar - upprunaliga indiánska fólkið, efitkomarar hjáevropeiskum niðursetufólki og fólk av ymiskum uppruna (mestizar). Í seinni árunum hava teir lagt vegir umSuður- ogNorðuramerika, og fleiri av hesum vegunum ganga um Ekvador. Annars er tað líka vanligt ella vanligari, at fólk í Ekvador ferðast viðflogfari enn við bili ella toki.
Upprunafólkið í Ekvador er indiánar. Nú eru fjarskotnir og fáir ættflokkar eftir, sum liva eins og fedrar teirra gjørdu.
Á skógunum á eystursíðuni áAndesfjøllunum livir eitt indiánafólk, sum kallastjivaroindiánar. Teir hava verið grummir av skapi, og hini indiánafólkini hava ræðst teir. Sum vápn brúktu teir blásirør og nálir við eitrandi oddi. Høvdini av teimum, teir drupu, turkaðu teir og viðgjørdu, so tey vóru sum stór dukkuhøvd, teyggjaðu tey so upp undir beltið sum sjónligt prógv um, hvat dugur var í manninum[6].
Í býnumOtavalo, høgt uppi íAndesfjøllum, býr tað indiánska fólkið, ið er eina best fyri íSuðuramerika. Otavaloar veva teppi, regnkápur, nevndarponchoir, máttur og mangt annað, sum teir selja ferðafólki og flyta út til altEvropa,USA ogSuðuramerika. Eftirspuringurin eftir hesum vovnu vørum er so mikil, at nú verður nógv hópvirkað, og teir nýta tilgjørdan tráð, tilgjørt litevni og maskinvevar. Inntøkurnar hava við sær, at otavaloindiánarnir kunnu verja mentan sína og liva, sum teir hava gjørt leingi. Ferðafólki dámar so væl marknaðin íOtavalo, at hann nú er á øllum fimm torgunum í miðbýnum[7].