Norski listmálarin Edvard Munch, og niðurlendingurin,Vincent van Gogh, slóðaðu fyri ekspressjónismu.
Edvard Munch (føddur12. desember1863, deyður23. januar1944): norskur listamálari og grafikari, sum í sínum fyrstu verkum frá umleið 1880 til 1890 lýsti sorg, sjúku, tunglyndi og angist. Tíðliga misti Munch bæði mammuna og eina systur av tuberklum, og hetta merkti nógv list hansara. Málningurin, "Tað sjúka barnið" er júst av mammu og sjúku systur hansara, málaður stutt áðrenn systirin doyði. Málningurin elvdi til mikla øsing, tá ið hann var sýndur fram í1886 á heystframsýningini, tí bæði málingahátturin, ið ber boð um komandi rákið ekspressionismuna, og myndaevnið vóru lítið frammi tá. Munch vísir, at sjúka, deyði og sorg eru evni, ið als ikki kunnu verða endurgivin yndisliga, sum listafólk annars gjørdu um hetta mundið at taka broddin av deyðans valdi, so at menniskjan skuldi sættast við at vera deyðilig.