Edinburgh ellaEdinborg (enskt:City of Edinburgh,skotskt gæliskt:Dùn Èideann) er høvuðsstaður og næststørsti býurSkotlands. Edinborg hevur verið Skotlands høvuðsstaður síðan 14. øld. Av nógv hægstu nevndum og stjórnum í Skotlandi hava høvuðssæti í Edinborg til dømis skotska tingið, kirkjunevndin og kongshúsið. Edinborg liggur á syðra armi íForthfirði íSkotlandi.
Edinborg er serliga kend fyri at vera ein útbúgvingarstaður og Edinborgar universitet er í dag nr. 17 í heiminum við serkunnleika og frálæru í læknafrøði og verkfrøði.
Umleið 1. mió. ferðafólk vitja árliga Edinborg og dregur so statt næstflest ferðafólk til sín í øllumStóra Bretlandi aftaná London.
Av heygnum, harEdinburgh Castle stendur, er frálíkt útsýni oman yvir stórbýin við krókutum miðaldargøtum og føgrum georgianskum húsum.
Hvørt summar er stór altjóða mentanarstevna í býnum.