Movatterモバイル変換


[0]ホーム

URL:


Jump to content
WikipediaHin frælsa alfrøðin
Leita

EM í svimjing

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

EM í svimjing og vatnítrótti er svimjikapping á langbana umframt aðrar kappingar innan vatnítrótt. Hinar kappingarnar eru: kaving, synkron svimjing og havsvimjing (opið vatn svimjing). Kappingin verður hildin annað hvørt ár í einumevropeiskum landi. Nú verður kappingin hildin líka ár, í 80'unum og 90'unum varð hon hildin ólíka ár. Kappingin hevur verið síðan 1926, fram til 1981 var hon ikki so reglulig, tað gingu umleið 3-4 ár ímillum hvørja ferð, tó var ein longri pausa frá 1938 til 1947 í tíðini, tá Seinna Heimskríggj var.Føroyar kunnu luttaka í hesi kapping. Í 2010 luttókuPál Joensen ogPauli Øssursson Mohr fyriFøroyar.Pál Joensen vann tá silvur í 1500 m frí og var tað fyrstu ferð atFøroyar vann heiðursmerki til eina EM svimjikapping. EM á langgeil er vanliga um summarið, í 2010 var kappingin í august. EM í svimjing á stuttgeil er ein onnur kapping, sum oftast verður hildin um veturin um hálvan desember. EM í svimjing á stuttgeil (stuttbana) hevur verið hvørt ár síðan 1991.

EM í svimjing og í vatnítrótti

[rætta |rætta wikitekst]

Sí eisini

[rætta |rætta wikitekst]

Slóðir úteftir

[rætta |rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
Heintað frá "https://fo.wikipedia.org/w/index.php?title=EM_í_svimjing&oldid=336145"
Bólkar:

[8]ページ先頭

©2009-2025 Movatter.jp