Donald John Trump, Sr. (f.14. juni1946 íNew York City,New York íUSA) er forseti í USA, valdur fyriRepublikanska flokkin á forsetavalinum íUSA í november 2024. Hann var eisini forseti frá 2016–2020. Trump er ytst áhøgravonginum í USA. Donald Trump, sum fyrst og fremst varð kendur sum eitt úrslit av bakgrund hansara innan handilsheimin frá1970-árunum og frameftir, var vertur fyri reality-sjónvarpsrøðina ”The Apprentice”, sum koyrdi frá 2004-2015, og sum hann sjálvur var við til at framleiða. Harumframt botnar populariteturin hjá Donald Trump, sum ikki hevur havt nakra serliga politiska fortíð, eisini í, at hann verður sæddur sum eitt mótrák ímóti tí etableraðu politisku skipanini íWashington.
Trump hevur tikið USA úr París-avtaluni, og hansara atfinningar mótiNATO hava viðført, at hini limalondini nú eru meira til reiðar at rinda meira fyri limaskapin, enn tey hava gjørt frammanundan. USA hevur rindað alt for stóran part í mun til hini londini, heldur Trump.[1][2]
Bert fýra ferðir í søguni hjá USA er tað komið fyri, at ein forseti verður koyrdur fyri ein ríkisrætt. Trump er tann einasti, sum hevur upplivað hetta tvær ferðir. Hann er eisini fyrsti fyrrverandi forseti í amerikanskari søgu, sum er ákærdur fyrilógarbrot.
Útnevningin av Republikanska forsetavalevninum fór fram, tá Republikanski flokkurin hevði konvent íOhio 18.-21. juli 2016. Trump fekk ikki stuðul frá týðandi persónum í Republikanska flokkinum. HvørkiJeb Bush,George H. W. Bush ellaGeorge W. Bush søgdu seg vilja atkvøða fyri Donald Trump til forsetavalið. Tað er brot á siðvenjuna í USA, tí fyrrverandiforsetar plaga at stuðla valevninum hjá flokkinum. Eisini aðrir framstandandi republikanarar noktaðu at stuðla honum, t.d.Mitt Romney ogJohn McCain.[3]
Í januar 2016 gjørdi Trump greitt, at hann ynskti at seta forboð fyri, atmuslimar sluppu inn í Amerika, og eitt av kendastu lyftum hansara var at byggja ein stóra múr millum USA ogMeksiko. Donald Trump segði eisini, at hann fór at vísa fleiri milliónum ólógligum innflytarum úr landinum, um hann gjørdist amerikanskur forseti á valinum 8. november 2016.[4] Trump skeyt upp undir valstríðnum, at tollgjaldið á kinesiskar vørur skuldi hækka upp til 45 prosent, og skuldsettiKina fyri at føra búskaparligt kríggj móti USA, og fyri at taka amerikansk arbeiðspláss.[5] Hann er ímóti, atsamkynd kunnu ganga íhjúnaband,[6] og hann er eisini ímóti fríarifosturtøku. Trump ætlar at ógilda heilustrygdarskipanina Obamacare, sumBarack Obama, forseti, setti í verk.[7] Hann hevur eisini lovað at avtaka tær lógir, ið Barack Obama setti í verk, ið loyva børnum av ólógligum tilflytarum at vera verandi í landinum.
Tann 4. september í 2017 kunngjørdi Donald Trump at hann vildi avtaka skipanina, DACA. DACA (Deferred Action for Childhood Arrivals) er ein skipan sum fyrrverandi amerikanski forsetin,Barack Obama setti í verk. Skipanin verjir børn, ið eru komin ólógliga til USA við foreldrum sínum. Skipanin DACA ger tað lættari hjá hesum fólkunum at fáa arbeiðs- og uppihaldsloyvi í USA. Trump, ið arbeiðir fyri at herða reglurnar um tilflytarar í USA kunngjørdi sostatt at hann vildi avtaka hesa skipanina. Hetta hevur fingið øði í nógv fólk, serliga tey umleið 800,000 fólkini, ið eru umfataði av DACA skipanini.[8]
Umstrídda innferðarbannið hjá amerikanska forsetanum móti seks londum íAfrika ogMiðeystri, varð sett í verk 30. juni 2017. Innferðarbannið fevnir um borgarar fráLibya,Iran,Somalia,Sudan,Sýria ogJemen. Hetta eru alt lond, har meginparturin av íbúgvunum erumuslimar. Upprunaliga varIrak eisini fevnt av innferðarbanninum, men hetta varð broytt aftur. Trump gjørdi longu í januar eina fyriskipan um at seta innferðarbann í verk, men síðan tá hevur málið verið aftur og fram í ymsum dómstólum, sum hava sett fyriskipanina úr gildi.[9]
Fyrr var innferðarbannið vent einans móti muslimskum londum. Men við at setaNorðurkorea,Venesuela ogKjad á listan í sept. 2017, hevur Trump víðkað listan til eisini at umfata lond, ið ikki eru muslimsk. “At gera Amerika trygt hevur mína fyrstu raðfesting. Vit vilja ikki loyva fólkum inn í landið, sum vit ikki kunnu trygdarkanna,” skrivaði Trump áTwitter, tá umsiting hansara hevði kunnað um nýggja innferðarbannið.
Londini á listanum verða viðgjørd eitt sindur ymisk, tí tað er ikki beinleiðis bann móti borgarum úr øllum londum, men meira, at hesir skulu kannast nærri. Til dømis eru allir norðurkoreanar raktir av banninum, meðan tað er møguligt hjá einum lesandi úr Iran at koma inn í landið eftir at verða kannaður nærri. Hóast afrikanska landið Kjad samstarvar við USA íStríðnum Móti Yvirgangi, so hevur landið ikki latið neyðugar upplýsingar um yvirgang til USA. Tað er orsøkin til at Trump ikki longur vil geva borgarum í Kjad ferðafólkavisum. Veikast er bannið móti Venesuela. Tað er bert ávís embætisfólk og familjur teirra, ið verða sýtt atgongd til USA.[10]
Donald Trump forseti hevur 1. juni 2017 tikið avgerð um at taka USA úrParís-veðurlagsavtaluni. París-avtalan frá 2015 leggur upp til, atupphitingin av jørðini skal haldast undir 1,5-2 stigum. Men avtalan er í sjálvum sær ikki nóg mikið at náa málinum, og hon er heldur ikki bindandiløgfrøðiliga.[11]
Ráðharrarnir í stjórnini eru ójavnir á máli um altjóða veðurlagsavtaluna.Steve Bannon, ráðgevi hjá forsetanum, hevur roynt at sannføra Trump um at taka seg burtur úr avtaluni, menRex Tillerson, uttanríkisráðharri, og dóttir Trump,Ivanka, mæla til, at USA skal halda seg til avtaluna.[12]
"Fyrrverandi stjórnin skoytti ikki um arbeiðarar, tá hon setti lógir í gildi. Vit kunnu verja umhvørvið, samstundis sum vit loyva fólki at arbeiða", segði Donald Trump, tá hann skrivaði undir nýggju kunngerðina. Millum átøkini, ið eru strikað, er eisini Clean Power Plan, ið hevði til endamáls at tryggja, at statirnir í USA tálmaðu CO2 útlatið soleiðis, at USA megnaði at liva upp til París-sáttmálan. Clean Power ætlanin hevur tó ikki verið virkin síðani 2016, tí atamerikanski hægstirættur skuldi avgerða, um hvært ætlanin var í stríð viðamerikansku grundlógina.
Fyriskipanin ógildar eisini eitt forboð at leita eftirkoli í nýggjum námum. Forsetin segði, “at við hesum varð støðgur settur fyri ágangin á kol og arbeiðsdrepandi reglugerðum”.[13]
21. nov. 2016 kunngjørdi Donald Trump hvat hann ætlar sær at gera fyrstu 100 dagarnar, hann erforseti.
Hann er kendur fyri sínar ætlanir um at byggja ein múr á markinum millum USA ogMeksiko. Meksikanski forsetin,Enrique Peña Nieto, hevur í januar 2017, í kjalarvørrinum av at Trump hevur sagt, at múrurin ímillum USA og Meksiko verður bygdur heilt skjótt, og at Meksiko skal gjalda 100% av byggikostnaðinum, boðað frá, at land hansara ikki fer at rinda fyri nakran múr. “Vit eru miðskeiðis í einari kreppu á syðra markinum. Tí er umráðandi, at vit betra um trygdina í báðum londunum. Eintjóð uttan landamørk er ongin tjóð. Og í dag taka vit stýringina av okkara marki aftur. Vit bjarga túsundvís av fólki, skapa milliónir av arbeiðsplássum og vinna milliardir av dollarum”, segði Trump forseti millum annað í hesum sambandi.[14]
Republikanarar íSenatinum hava boðað frá, atKongressin ætlar at halda fram við ætlanini, og at hon kemur at kosta millum 12 og 15 milliardir dollarar.[15] Markið millum USA og Meksiko er 3.200 kilometrar langt.
Donald Trump hevur í januar 2017 kunngjørt, at hann ætlar sær at seta 5,000 markavaktir aftrat í starv og at trýfalda talið av immigratións- og tollvalds arbeiðsfólkum.[16]
Trump hevur aftur og aftur brúkt Meksiko sum evni í sínum røðum gjøgnum valstríðið í 2016. Aftur og aftur hevur hann tosað um at byggja ein múr á markinum millum USA og Meksiko fyri at forða fyri ólógligari innflyting og narkobrotsverkum. Hann fer eisini at senda fólk uttan pappírir út úr landinum. “Vit hava vart landamørk uttanlands, meðan land okkara er fylt viðrúsevnum og kriminellum tilflytarum. Soleiðis fer tað ikki at vera framyvir”, helt Trump millum annað fyri í Kongressini í februar 2017.[17]
Leiðarin íNorðurkorea,Kim Jong-un, segði í nýggjársrøðu síni 1. januar 2017, at landið er komið væl áleiðis í royndunum at menna rakettir, ið kunnu røkka allan vegin til norðuramerikanska meginlandið. Hesi orðini hava fingið Trump til at svara aftur: “Norðurkorea hevur júst sligið fast, at landið er við at leggjá síðstu hond á kjarnorkuvápn, ið kunnnu røkka til USA. Tað fer ikki at henda!”, skrivaði Trump áTwitter mánakvøldið 2. januar amerikanska tíð. Twitter dagføringin hjá Trump kemur í hølunum á einari fráboðan frá amerikanska verjumálaráðnum,Pentagon, ið fyrr um dagin hevði ávarað Norðurkorea. Talan er um sonevndar ICBM-rakettir, ellaIntercontinental Ballistic Missiles. Hetta eru rakettir, ið røkka millum 5,500 og 9,000 km. Frástøðan fráKalifornia, ið liggur á amerikansku vesturstrondini, til Norðurkorea er á leið 9,000 km.[18]
Norðurkorea hevur seinni ført fram, at um hálvan august 2017 er landið til reiðar at senda rakettir við spreingievni, sum skulu bresta tætt við amerikansku oynnaGuam. Hendan hóttanin fekk amerikanska forsetan at hótta aftur við "fire and fury" (føroyskt: eldi og vreiði).[19][20]
“Allir møguleikar verða umhusaðir viðvíkjandi Norðurkorea”, sigur amerikanski forsetin, eftir at Norðurkorea aftur hevur framt eina royndarspreinging við eini langtrøkkandi rakett í august 2017. Norðurkoreanska rakettin, sum varð skotin út 29. august, fleyg yvir japanskum øki og lendi á sjónum. Tað er fyrstu ferð síðani 2009, at Norðurkorea hevur sent rakett yvir japonskum øki.[21]
Amerikanski forsetin hevur sagt um norðurkoreanskaeinaræðisharran Kim Jong-un, at hann er á eini sjálvmorðsferð, og Trump hevur hótt við at leggja Norðurkorea í oyði umGuam ella sameind lond íÁsia verða álopin.[22]
Omanfyri kanst tú síggja videoupptøku av MOAB-bumbuálopinum.
Donald Trump sigur, atIslamiskur Statur og aðrir islamiskir yvirgangsfelagsskapir slátra leypandikristin í teirra lokalsamfelagi sum ein part av teirra globalajihad. “Hesir yvirgangsmenn og teirra regionala og heimsumfatandi netverk skal útruddast av jarðarinnar yvirflatu. Hetta er ein missión, sum vit vilja fremja saman við teimum, sum elska frælsi”, segði Trump 20. des. 2017.[23]
13. apríl 2017 tveittu amerikanarar eina sonevnda MOAB-bumbu íAfganistan. MOAB-bumban er sterkasta bumban, sum ikki erkjarnorkuvápn, ið USA eigur. Bumban, sum gongur undir navninum "Mother Of All Bombs", hevur almenna heitið GBU-43/B Massive Ordnance Air Blast Bomb. Bumban inniheldur umleið 11 tons av TNT. Bumban varð tveitt úr einum serligum Hercules flogfari, og hetta er fyrstu ferð, at amerikanarar brúka bumbuna. Sambært amerikanskum myndugleikum doyðu 36 hermenn hjá IS í bumbuálopinum. Bumban, ið vigar næstan tíggju tons, varð fyrst roynd í 2003, men er ongantíð nýtt í krígsførslu fyrr.[24]
“Vit royndu at raka eina tunnilsskipan, ið ISIS hermenn nýta til at ferðast aftur og fram í, ið ger tað lættari hjá teimum at loypa á amerikanskar hernaðarráðgevar og afganskar herdeildir í økinum”, segðiSean Spicer, talsmaður úrHvítu Húsunum. Hann legði aftrat, at fyrivarni varð tikið, soleiðis at sivilfólk ikki vórðu rakt av spreingini.[25]
Undir valstríðnum segði Trump at avtalur sum t.d.NAFTA, ið er eitt slag av heimamarknaði millum USA,Kanada ogMeksiko, ogTPP, kosta amerikonsk arbeiðspláss. Hann er ímóti fríhandilsavtalum sum TPP, TTIP og NAFTA, sum hann heldur kosta amerikansk arbeiðspláss. Hetta er í stríð við vanliga politikkin hjáRepublikanska flokkinum.[26]
Amerikanski forsetin hevur við fyriskipan 23. januar 2017 tikið USA úr eini nýggjari fríhandilsavtalu,Trans-Pacific Partnership (TPP), sum fleiri lond viðKyrrahavið, teirra millumJapan ogAvstralia, høvdu gjørt við USA, Kanada og Meksiko. Undir valstríðnum fanst Trump harðliga at TPP-avtaluni, og segði millum annað at hon var "ræðulig" og at hon "neyðtók Amerika" og flutti arbeiðspláss til lond við lægri lønarlagi. Ístaðin fara vit at royna at fáa rættvísar, sínámillum handilsavtalur í lag, sum fáa arbeiðspláss og fyritøkur aftur á amerikanska jørð," sigur Trump.[27]
Fyrrverandi forsetin,Barack Obama, stuðlaði avtaluni, sum tó manglaði endaliga góðkenning íSenatinum.
Trump vil ikki hava strangari vápnaeftirlit, og hann vil geva fleiri loyvi at bera fjaldskotvápn í teimum statunum, sum loyva tí. Hann er ein sterkur stuðul av vápnalógini í USA (Second Amendment) og hevur millum annað skotið upp, at lærarar eiga at kunna bera skotvápn, fyri at forða fyri hópdrápum á skúlum.[31]
HeilsutrygdinObamacare skal strikast, og í staðin skal ein onnur skipan gerast, bygd á frælsa marknaðin. Inngjaldið til hesa heilsutænastuna skal kunna dragast frá í skatti. Hann tekur ikki undir við, at allir amerikanarar skulu tvingast við lóg til at hava egna sjúkratrygging.
Donald Trump hevur lovað at geva øllum krígsveteranunum viðgerð á hægsta stigi.[32]
Strika Common Core: Common Core er eitt altjóða akademisk standardmál fyristøddfrøði ogenskan málførleika. Trump ynskir í staðin, at lærukravið skal spretta úr statunum sjálvum. [33]
Frítt skúlaval: Trump hevur sagt, at hann var heppin, við tað at familjan hevði ráð at senda hann á ein góðan skúla. Hann ynskir, at allir amerikanarar skulu fáa sama møguleika.[34]
Egnu áhugamálini hjá USA skulu setast fremst. Teir sameindu mugu bera ein størri part av kostnaðinum av síni egnuverju. Samstundis lovar hann at herðaStríðið Ímóti Yvirgangi. Donald Trump gongur inn fyri at økja stuðulin tilÍsrael, og hann vil eisini hava nýggjar samráðingar um atomavtaluna viðIran. Harumframt sigur hann atNATO-londini skulu økja teirra hernaðarútreiðslur, áðrenn tey kunnu rokna við at fáa stuðul úr USA til hernaðarlig átøk.[35]
“Vit stuðlaNATO, sum er vorðið til sum ein fylgja av tveimum heimsbardøgum, og sum hevur barst ímótikommunismu. Men okkara sameindu mugu eisini rinda sín part av gildinum. Og tað eru teir farnir at gera. Pengarnir streyma inn. Mítt arbeiði er ikki at umboða allan heimin. Eg skal umboða USA”, segði Trump 28. februar 2017.[37]
Hóast allar uppteljingarnar vístu, atJoe Biden hevði vunnið í 2020, vildi Donald Trump ikki góðkenna valúrslitið, sum hann segði var stolið. Hann segði eisini væl undan valinum, at gjørdist valúrslitið ein ósigur fyri hann, fór hann ikki at góðtaka tað, tí tá hevði verið svikað. Og táKongressin so skuldi góðkenna valúrslitið, heitti Trump á amerikanarnar um at koma til høvuðsstaðin at mótmæla og steðga góðkenningini av valúrslitinum.6. januar 2021 helt Trump røðu fyri viðhaldsfólki sínum íWashington DC, har hann heitti á tey um at "berjast sum fanin". Mótmælisfólkini trokaðu seg sama dag inn í Kongressina. Fimm fólk doyðu í sambandi við uppreisturin. Fleiri vórðu særd, harav 138 politistar. Yvir 600 fólk eru síðani ákærd fyri gerðir teirra hendan dagin. Forðað varð tó fyri ringastu avleiðingum av hesum í seinastu løtu, táMike Pence varaforseti valdi - ímóti boðunum frá Trump - at halda seg til lógina og góðkendi valúrslitið.
Tríggjar tímar og sjey minuttir eftir at álopið byrjaði sendi Trump eina video út, har hann rósti uppreistrarfólkunum og kallaði tey “very special” men bað tey so kortini rýma, tá eingin útvegur var fyri at steðga góðkenningini av valúrslitinum. Trump varð eftir uppreisturin 6. januar settur fyri einríkisrætt íUmboðsmannatinginum. Har var hann skuldsettur fyri at hava elvt til álopið. 57 av teimum 100 senatorunum atkvøddu fyri at døma Trump, meðan 43 atkvøddu ímóti. Hóast ein meiriluti atkvøddi fyri at døma fyrrverandi forsetan, skulu minst tveir triðingar, 67 senatorar atkvøða fyri, um forsetin skal dømast og tí varð hann ikki dømdur.
Í mars 2023 varð hann ákærdur í máli íNew York um at hava goldið fyrrverandi pornostjórnu pening fyri at tiga.
Í 2019 varð Trump alment lagdur undir at hava neyðtikiðE. Jean Carroll í einum passirúmi í vøruhúsinum Bergdorf Goodman í New York miðskeiðis í90unum. Trump var í einum rætti í New York í mai 2023 dømdur fyri at hava gjørt seg kynsliga inn á rithøvundan Carroll og fyri at hava ærumeitt hana, tá hann sýtti fyri, at hetta nakrantíð var hent.
Í juni í 2023 varð ákæra reist móti Trump um m.a. misrøkt av loyniligum skjølum, sum hann skuldi havt tikið við sær úrHvítu húsunum, tá hann fór frá sum foresti í 2021. Fólk úr samveldisløgregluni,FBI, gjørdu í august 2022 húsarannsókn í Mar-a-Lago – bústaðin hjá Trump íFlorida – har tey funnu fleiri kassar við loyniligum skjølum, ið Trump ikki hevði heimild til at taka við sær, tá hann fór frá sum forseti.
Ákærar íGeorgia ákærdu í august 2023 Trump fyri 13 møgulig lógarbrot í samband við eitt mál um eina roynd at broyta úrslitið av forsetavalinum, sum var í november 2020. Talan er um søguligu bandaðu uppringing hansara til valovastan í statinum Georgia, har Trump heitti á hann um at finna góðar 11,780 atkvøður, soleiðis at hann vann valið í statinum.