Movatterモバイル変換


[0]ホーム

URL:


Jump to content
WikipediaHin frælsa alfrøðin
Leita

Charles Manson

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Charles Manson stóð á odda fyri fleiri morðum í Kalifornia sum kultleiðari í 1969. Hann varð tó ongatíð dømdur fyri at fremja morðini, men fyri at hava luttikið í teimum.

Charles «Charlie» Manson (føddur12. november1934 - deyður19. november2017 sumCharles Milles Maddox íCincinnati,Ohio) var ein amerikanskur dømdur hópdrápsmaður, sum við sínum skara í Manson-familjuni gav boð um at drepa m.a. táverandi konuRoman Polanski, Sharon Tate. Manson sat ífongsli frá 1969, eftir tey ræðuligu drápini av konuRoman Polanski og fýra onnur íLos Angeles 9. august 1969, og fyri at hava dripið hjúnini Leno og Rosemary LaBianca sama kvøld. Hann sat í fongsli til hann doyði hin 19. november 2017. Ísekstiárunum skelkaði hann heimin, tá ið hann varð dømdur fyri níggju morð. Sjálvt um Manson ikki drap sjálvur, so var hann dømdur fyri viðvirkan. Ikki fyrr enn í 2027 kundi hann møguleika søkja um royndarleyslating, men doyði tíggju ár áðrenn tað.

Manson sat inn í fongslinum Corcoran íKalifornia, har hann sat fyri lívstíð. Í 2014 tá hann var farin um tey 80 árini, fekk hann loyvi at skipa sítt egna brúdleyp. Sambært tíðindastovuni AP skuldi hann í 2014 giftast við eini 26 ára gamlari kvinnu, sum tá hevði vitjað hann regluliga í fongslinum í sjey ár. Manson søkti fleiri ferðir um at verða royndarleyslatin, men tað bleiv noktað honum. Hann fekk noktandi svar 12 ferðir. Hann kundi í fyrsta lagi fáa eitt slíkt loyvi í 2027. Tá hevði Manson altso verið 92 ár, um hann hevði livað so leingi. Hann helt uppá, at hann onki hevði at gera við morðini - sjálvt um tað varð hann, sum bað Manson-skaran drepa Sharon Tate og skriva "Grísur" á úthurðina hjá Roman Polanski við blóðinum hjá Tate. Hetta hendi í ár 1969. Skarin hjá Charles Manson íSimi Valley,Kalifornia drap eisini onnur fólk og hevði Charles Manson fingið sín vilja, so hevði hann útruddað alla verðina. Áðrenn hann bleiv dømdur fyri lívstíð, varð hann vinur við tónleikaran Dennis Wilson fráBeach Boys.

Nógvirfilmar eru gjørdir um Charles Manson, so sum "The Manson Family" frá 2003 og dokumentarurin "The Six Degrees of Helter Skelter" frá 2009. Mordarin, sum ikki drap nakran sjálvur - men fekk onnur at drepa fyri seg - hevur fasinerað menniskju kring heimin og eitt ótal av samrøðum við Charles Manson liggja eitt nú á m.a.YouTube. Harafturat kann nevnast, at tónleikarar so sumGuns N' Roses, White Zombie og Marilyn Manson (sum er ein blandingur av navninumMarilyn Monroe og Charles Manson) hava framført sangir, sum gjørdir eru av Charles Manson sjálvum.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
Heintað frá "https://fo.wikipedia.org/w/index.php?title=Charles_Manson&oldid=346133"
Bólkar:

[8]ページ先頭

©2009-2025 Movatter.jp