Movatterモバイル変換


[0]ホーム

URL:


Jump to content
WikipediaHin frælsa alfrøðin
Leita

Boston

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Boston, Massachusetts
SkjøldurFlagg
Skjøldur hjá Boston.Flaggið hjá Boston.
Grunddáta
Land:USAUSA
Stakríki:MassachusettsMassachusetts
Vídd:125.43 km²
Fólkatal (2011):617 594
Íbúgvatættleiki:4,925/km²
Heimasíða:www.CityOfBoston.gov

Boston er høvuðsstaður og størsti býur íMassachusetts. Boston liggur á eysturstrondini íMassachusetts íNew England-økinum, eitt sindur norðan fyriNew York býin. Umframt at vera kendur fyri sínar góðu og nógvu hægru lærustovnar er Boston eisini kendur sum býurin, har "Declaration of Independence" varð undirskrivað í1776. SjónvarpsrøðinBoston Legal,Cheers ellaSam's Bar er eisini upptikin í Boston[1]. Tann barrin er opin enn og sær soleiðis út, sum tá ið tey tóku upp.Ally McBeal er somuleiðis upptikið í Boston, býnum sum eisini hýsirThe Red Sox, ið vannWorld Series íhornabóltur í2007[2]. Annars er Boston eisini kendur fyri vakra fjørðin, "The Big Dig" og modernaða listasavnið.

Sum við øllum øðrum stórbýum íUSA, so myndar harðskapur og annað líknandi lívið í býnum eisini, serliga náttarlívið.

Skúlaskapur

[rætta |rætta wikitekst]

Boston er ein universitetsbýur við tveimum stórum universitetum við umleið 250.000 lesandi tilsamans[3]. Her sigst vera fleiri lærustovnar enn í øllumStóra Bretlandi. Deildirnar hjá universitetinum eru spjaddar runt um allan býin, sum er ógvuliga sermerktur av studentalívi. Studentar síggjast við fúkandi ferð á súkklum, og kaféirnar eru sum oftast stúgvandi fullar í døgurðatímanum og eftir skúlatíð. Í Boston er tað sum í flest øðrum lestrarbýum trupult at fáa bústað. ÍCambridge í Boston er meðalaldurin á fólki 30 ár[4].

Boston Maraton

[rætta |rætta wikitekst]

Hvørt ár síðan 1897 hevur Boston Maraton verið fyriskipað í býnum. Nógv fólk hava luttikið, ikki bert fólk úr USA men úr fleiri londum. Maraton renningin í Boston verður altíð hildið áPatriots' Day, sum er triðja mánadag í apríl. Maraton'ið fer fram í fleiri býum í stórbýnum Boston.

15. apríl2013 gjørdist eitt blóðugt maraton í Boston. Umleið ein tíma eftir at fyrsti rennarin varð komin á mál, klokkan var tá 2:50 lokal tíð, brustu tvær bumbur áCopley Square tætt við málstrikuna. Í minsta lagi tveir áskoðarir lótu lív og minst 40 fólk vóru særd.[5] Ein triðja bumba brast uttanfyriJohn F. Kennedy Presidential Library and Museum.

Ávísingar úteftir

[rætta |rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið

Coordinates:42°21′29″N71°3′49″W / 42.35806°N 71.06361°W /42.35806; -71.06361

Keldur

[rætta |rætta wikitekst]
  1. http://www.boston.com/ae/tv/Boston_based_TV_shows/
  2. http://www.baseball-reference.com/postseason/2007_WS.shtml
  3. "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftirtí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2011-04-25. https://web.archive.org/web/20110425235237/http://www.boston-online.com/relocation.html. Heintað 2011-05-08. 
  4. http://www.city-data.com/city/Cambridge-Massachusetts.html
  5. Ekstrabladet.dk
Høvuðsstaðir í deilstatunum í USA
Heintað frá "https://fo.wikipedia.org/w/index.php?title=Boston&oldid=382039"
Bólkar:
Fjaldur bólkur:

[8]ページ先頭

©2009-2025 Movatter.jp