Bolivia ellaLýðveldið Bolivia (spanskt:República de Bolivia,quechua:Bulibya Republika,aymara:Wuliwya Suyu) er eitt land íSuðuramerika við 10,0 mió. íbúgvar.
Heimsins vandamiklasti vegur er ein veg úr bolivianska høvuðstaðnumSucre, til eitt øki kallaYungas, í fimm kilometra hædd og steyrrættum bergi. Ein bilur ferð útav umleið aðru hvørja viku, og árliga doyggja tí eini 200 til 300 fólk á hesum 80 kilometra langa vegastrekki.
Simón Bolívar (24. juli 1783 – 17. desember 1830) ferðaðist íEvropa, tá ið hugsjónirnar fráfronsku kollveltingini breiddu seg, og haðan fekk hann íblástur til at vinna øllumSuðuramerika frælsi. Bolívar gjørdist oddamaður fyri tjóðveldisrørsluni íVenesuela í 1812. Hann stóð á odda fyri uppreistri í 1816 og lýsti Venesuela frælst, hóastSpania góðtók tað ikki. Í 1819 helt hann fram íKolombia, vann á spaniamonnum, og gjørdist fyrsti forseti í landinum. Hann fór aftur til Venesuela, sigraði á spaniamonnum íCarabobo í 1821 og tókCaracas. Tað staðfesti, at Venesuela var frælst og óheft. Síðan fór Bolívar suðureftir at hjálpa øðrumhjálondum at gera uppreistur. Tá ið San Martin legði frá sær sum ríkisleiðari íPerú í 1822, bóðu tjóðveldismenninir Bolívar hjálpa teimum at reka sponsku herdeildirnar, ið eftir vóru, av landinum. Tað gjørdi hann, og í 1824 varð hann útnevndureinaræðisharri. Árið eftir fór Bolívar til Ovara Perú og grundaði eitt tjóðveldi, sum seinni varð kallaðBolivia eftir honum.
Í øldir hevur fólkið í Bolivia tugt kokabløð, sum stimbrað, og sum stilla svongd. Nú á døgum verðurkokain vunnið úr bløðnum, eitt ólógligt drøggevni, sum gravgangur er eftir, helst íNorðuramerika ogEvropa. Kokarunnurin veksur í rakjørð og krevur lítla og onga røkt, sum matplantur. Eisini loysir seg nógv betur fíggjarliga at dyrka koka enn vanliga grøði. Tí verður nógv koka dyrkað, serliga í oydnum pørtum íAndesfjøllum. Tá iðkokain er vunnið burtur úr kokabløðnum, verður tað smuglað. Kokarunnurin trívst væl í fjalladølunum í Bolivia og er góð inntøkukelda hjá fólkinum, sum býr har. Myndugleikarnir hava roynt at steðga kokadyrkingini og boðið bóndunum pening fyri at leggja um til annan landbúnað, til dømis sukur, bananir og kakao. Hetta hevur ikki borið til, og koka er enn høvuðsgrøði í Bolivia.
Í1883 misti Bolivia strandalendi sítt tilKili, tað var íkyrrahavskríggjunum; tí fer næstan allur útflutningur nú við bili ella toki ígjøgnumKili ogPeru. Stórt náttúrurtilfeingi er í Bolivia, til dømis silvur og tin, men við tað at landið hevur verið so avbyrgt, og at stjórnarskifti hevur verið í heilum, er Bolivia fátækt.
Í Bolivia er nógv tin, silvur, blýggj, sink og onnur steinsløg. Tinvinnan er týdningarmikil vinnuvegur, og hóast afturgongd er Bolivia enn ímillum tey fimm londini í heiminum, ið vinna mest tin. Túsundtals fólk arbeiða í námunum; arbeiðsumstøðurnar eru vánaligar, trygdin ring og lønin lág. Mangir námsmenn trúgva, at ein andi, nevndurEl Tio, heldur til í námunum og leggja honum sigarettir sum offurgávu fyri tinið.
Eini 70 % av fólkinum eruaymaráindiánar ogquechuaindiánar, sum búgva á vindbarda háslættanum, nevnduraltiplano. Teir eiga ikki meiri jørð, enn at teir so dánt fáa dyrkað so mikið, at teir breyðføða seg og síni. Kalt er á hálendinum í Bolivia. Jørðin er kørg, og nógvastaðni eru epli einasta grøði, ið veksur.
Aymaráindiánar hava tronglig kor, og arbeiðsdagurin er strevin, hvørkiravmagn ella vatn er lagt inn í húsini. Flestu fólk eru fátækir bøndur, sum dyrka epli, mais og bygg og hava nakrar kýr, seyðir, lamur og høsn. Úr lamuullini virka teir heit klæði, og lamutøðini verða nýtt til brenni. Aymarákonurnar og genturnar ganga undir myrkagrønum, svørtum ella brúnum hatti. Mangir aymaráindiánar ganga í plastskóm, nevndir ojotas.
Hóast Bolivia erkatólskt land, eru gamlirátrúnaðarsiðir ikki heilt gloymdir. ÍTiticacavatni er oygginIsla la Sol (føroyskt;sóloy), og gomul trúgv er, at har varðsólin borin í heim.Tónleikur eigur stóran leiklut á stevnum og høgtíðum í Bolivia; spælt verður á panfloytu, trummu og messingljóðføri. Vanligar panfloytur verða gjørdar úr sevi.