Bodensee úr erva.Bodensee nærhendis Lindau í 2008.Býirnir fram við vatninum.
Bodensee (Lake Constance áenskum) er eitt vatn, sum liggur á markinum millumTýskland,Eysturríki ogSveis.Vatnið, ið er triðstørsta íMiðevropa, er 63 km til longdar, 14 km breitt og 536 ferkilometrar til víddar. Tað verður vanliga býtt í tveir partar,Obersee (473 km²) ogUntersee (63 km²).[1]
Ríná rennur ígjøgnum vatnið. Tann parturin av Rínánni sum rennur í vatnið á eystara endanum eitur "Alpenrhein", parturin sum rennur millum Obersee og Untersee kallast "Seerhein" og tann parturin sum rennur úr vatninum á ytra vestara endanum verður nevndur "Hochrhein".
Størstu oyggjarnar í vatninum eru "Reichenau" sum liggur í Untersee, oyggin "Lindau" í eystara parti av Obersee, og oyggin "Mainau", ið liggur í útnyrðingsparti av Obersee sum vanliga verður nevndur "Überlinger See".
Kendastu býirnir fram við vatninum eruKonstanz, Meersburg, Friedrichshafen ogLindau, sum liggja fram við norðara strondini á vatninum í Týsklandi.Bregenz liggur á ytra eystara enda av vatni í Eysturríki og býirnir Rorschach, Romanshorn ogKreuzlingen liggja fram við sunnara strondini á vatninum í Sveis.