Bleikja (latínSalvelinus alpinus) hevur ymsar litir eftir umstøðunum, árstíð, kyni, stødd, aldri og staði. Hon er dimm blá-brún-grá um bakið, blágrá um síðurnar, við smáum, reydligum blettum, men eisini við stórum, ljósum blettum. Undir búkinum er hon ofta silvurlitt. Bleikja er høvuðlítil og hevur lítlan kjaft. ÍFøroyum var bleikjan upprunaliga bert íLeynavatni. Har verður hon neyvan størri enn 40 cm, vanliga um 20-30 cm. Hon er slept í vøtn og byrgingar, og í onkrum støðum verður hon væl størri enn í Leynavatni, kanska um 60 cm.