Movatterモバイル変換


[0]ホーム

URL:


Jump to content
WikipediaHin frælsa alfrøðin
Leita

Beijing

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Land:Fólkalýðveldið Kina
Borgarstjóri:Guo Jinlong
Vídd:16 807,8 km²
Íbúgvar (2014):21 121 000
fyri km²:1 231 íbúg./km²
Mál:Kinesiskt
Tíðarzona:UTC +8
Heimasíða:www.beijing.gov.cn

Bejing (fyrrPeking) er høvuðsstaður íKina, og hevur umleið 20,6 mió. íbúgvar. Beijing er miðdepil fyri ríkisfyrisiting, fíggjarviðurskiftum, skúlaverki og flutningi íKina, landinum, har væl fleiri enn ein milliard fólk býr, og í fleiri enn 30 býum búgva meiri enn ein millión fólk. Telur tú útjaðaran uppí, búgva stívliga 21,1 mió fólk í Beijing í 2014. Fólkatalið veksur skjótt. Vestar- og norðarlaga er bústaðarøki og lærdi háskúlin í Beijing. Ídnaðarøkið er eystanfyri miðbýin. Tjóðarhátíðir og halgidagar verða hildnir á Tienánmen-torginum (Himmalfriðar-torginum) mitt í gamla býarpartinum. Elstu býarpartarnir eru í veruleikanum tveir býir, hvør gyrdur inn við múrum: Ytri- og Innaribýur.

Í 2008 vóruOL-summarleikirnir í býnum.

Søga

[rætta |rætta wikitekst]

Ófriður

[rætta |rætta wikitekst]

Í 1989 savnaðust hundraðtúsundtals studentar áTian'an-men-torginum (Himmalfriðartorginum) í miðbýnum í Beijing at vísa ónøgd sína við myndugleikarnar íKina og krevja fólkaræðiligar nýskipanir.Kinverska stjórnin sendi herin at steðga mótmælistiltøkunum. Hildið verður, at eini 1000 fólk doyðu, tá ið herurin legði uppí.

Dálking

[rætta |rætta wikitekst]
Luftdálkingin í kinesiska høvuðsstaðnum er so umfatandi, at heilsuvandi er fyri íbúgvarnar í milliónabýnum.

Kinesiski høvuðsstaðurin, Beijing, hevur í 2014 tann ivasama heiðurin at verða tann næstskitnasti býurin í heiminum[1]. Luftdálkingin er so umfatandi, at tað næstan ikki er búgvandi í kinesiska høvuðsstaðnum, um heilsan hjá teimum 11,5 milliónum íbúgvunum ikki skal vera í vanda.Tað er niðurstøðan í eini nýggjari frágreiðing, ið tveir ymiskir samfelagsvísindaligir bólkar hava gjørt, og sum nú er kunngjørd[2]. Umfatandi luftdálkingin í Beijing hevur longu kostað kinesiska samfelagnum nógvan pening. Líkt er eisini til, at meira peningur má brúkast, til tess at basa dálkingini. Politiskir leiðarar í Kina eru til reiðar at játta slakar 8 milliardir krónur til ein grunn, sum skal fáa bilbugt við luftdálkingini í býnum, sum nú er tann næstskitnasti í heiminum.Sambært almennu, kinesisku tíðindastovuni, Xinhua, er ætlanin at steingja 300 verksmiðjur í Beijing, so luftdálkingin í kinesiska høvuðsstaðnum kann basast[3].

Luftdálkingin hóttir eisini ferðavinnuna í Beijing. Tað eru ikki bert íbúgvarnir í Beijing, sum eru í vanda orsakað av ógvusligu luftdálkingini. Luftdálkingin hóttir eisini ferðavinnuna í Kina, einamest í Beijing. Fyrra hálvár í 2014 fall talið av ferðafólki í Beijing við 14 prosentum, samanborið við fyrra hálvár í 2013. Kinesiskir fjølmiðlar skriva, at luftdálkingin er orsøk til minkingina.Í januar í 2014 var luftdálkingin í Beijing 40 ferðir størri enn loyvdu markvirðini hjá heimsheilsustovninum,WHO[4].

Vinarbýir

[rætta |rætta wikitekst]

Keldur

[rætta |rætta wikitekst]
  1. http://world.time.com/2014/01/31/india-china-beijing-delhi-pollution/
  2. http://www.theguardian.com/world/2014/feb/13/china-beijing-pollution-hazardous-report
  3. http://news.xinhuanet.com/english/china/2014-02/12/c_133110186.html
  4. http://m.huffpost.com/us/entry/4134226/
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
Heintað frá "https://fo.wikipedia.org/w/index.php?title=Beijing&oldid=346656"
Bólkar:

[8]ページ先頭

©2009-2025 Movatter.jp