Movatterモバイル変換


[0]ホーム

URL:


Jump to content
WikipediaHin frælsa alfrøðin
Leita

Barain

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
مملكة البحرين
Kongsríki Barein
Flagg Barein
(Flagg Barein)
Skjaldarmerki Barein
(Skjaldarmerki Barein)
Tjóðarslagorð: Onki
Tjóðsangur: بحريننا
Alment málArabiskt
HøvuðsstaðurManama
KongurHamad ibn Isa
Al Khalifah
ForsætisráðharriKhalifah ibn
Sulman Al Khalifah
Fullveldi16. desember1971
(fráStóra Bretland)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
750 km²
0 %
Íbúgvar
 - tilsamans2011
 -tættleiki
 
1 234 571
1 598/km²
GjaldoyraBareinskur dinarur (BHD)
TíðarøkiUTC +3
Økisnavn á alnetinum.bh
Telefonkota+973

Kongsríkið Barein er eitt lítið oyggjaland íPersaflógvanum. Barein var fyrstaoljulandið áArábianesinum. Stóraroljukeldur hava gjørt Barein ovurríkt, og oljuídnaður er høvuðsvinna.Oljukeldur og reinsingarstøðir geva nógvum fólki arbeiði, men ferðavinnan kastar eisini nógv av sær. Nú eruoljukeldurnar skjótt tómar. Mesta av Barein er heit, turr og grýtutoyðimørk.Høvuðsstaðurin eiturManama.

Í1986 varð koyrandi eftir byrging tilSaudiarábia. Nógvirsaudar fara til Barein at stuttleika sær, tí á oynni halda tey ikkiislamisku lógirnar sum íSaudiarábia.Islamisku lógirnar banna til dømis fólki at drekkaalkohol.

Landalæra

[rætta |rætta wikitekst]

Barein er lítiloyggj, ikki longri enn 48 km (nakað sumStreymoyggin). Veðurlagið er heitt og turt, og næstan alt landið eroyðimørk. Av tí at har regnar so lítið, ber bara til at dyrka, um vatn verður veitt á markirnar. Fast vegasamband – brýr og byrgingar – er ímillum høvuðsoynna Barein og grannaoyggjarnarAl Muharraq ogSitrah. Fast vegasamband er eisni inn á meginlandið tilSaudi-Arabia, ið Barein hevur tætt samband við. Oyggin Barein er bara 48 km long, hinar oyggjarnar eru upp aftur smærri.

Búskapur

[rætta |rætta wikitekst]

Oljuvinnan er høvuðsvinnan. Tey funnuolju og natúrgass íFlógvanum tíðliga. Meira enn helvtin av tíolju, sum er tøk í heiminum nú á døgum, er íFlógvanum. Úr boritornunum íoyðimørkini brennur natúrgassið, sum kemur upp saman viðoljuni. Nú iðoljan er um at vera uppi, hevur perluveiða tikið seg upp aftur. Perlutíðin er frájuni tilseptember. Perlukavararnir kava niður á botn við søkki uppi á sær; útgerð teirra er annars bara ein nasaklemma, knivur og kurv at leggja skeljarnar í. Dýrastu perlurnar eru fannhvítar og bera á ljósareytt.

Fólkið

[rætta |rætta wikitekst]

Hóast Barain er ein muslimsk tjóð, so havakirkjur, hindu-tempul og jødiskarsynagogur verið á oynni í nógv ár. 52,6% av íbúgvunum eru tilflytarar, so Barain er sera fjølbroytt, bæði etniskt og mentanarliga.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
Heintað frá "https://fo.wikipedia.org/w/index.php?title=Barain&oldid=374004"
Bólkar:

[8]ページ先頭

©2009-2025 Movatter.jp