Movatterモバイル変換


[0]ホーム

URL:


Jump to content
WikipediaHin frælsa alfrøðin
Leita

Bóghvítuhvalur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Bóghvítuhvalur.

Bóghvítuhvalur (eisini nevndurrovhvalur,mastrarhvalur,mastrarfiskur,æðuhvalur ogsteyrhvalur) (frøðiheiti -Orcinus orca) er lættur at kenna á tí stóra horninum og teimum hvítu merkjunum aftanvert við hornið. Hornið á kallhvalinum er stórt (1,8 m) og tríhyrnt, men hornið á kvennhvalinum er minni (0,9 m) og meira árundað aftantil. Bóghvítuhvalur hevur 10-13 tenn hvørjumegin í kjaftinum. Tær eru eitt sindur bogaðar og 6-8 cm langar. Bóghvítuhvalur er alheimsslag, sum reikar víða um í Norðurhøvum, bæði við strendurnar og pelagiskt og úr heitumsjógvi niður í arktiskan sjógv. Serliga er nógvur bóghvítuhvalur úti fyriLofot, millumFøroya ogÍslands, eisini undirÍslandi.

40 ára gamla djóravenjarinnanDawn Brancheau varð25. februar2010 dripin av einum 30 ára gomlum bóghvítuhvali. Tilburðurin var í kendu undirhaldsparkiniSea World íOrlando,Florida. Kvinnan var júst í holtur við at greiða fólki frá undirhaldinum, tá hon var áhaldsin og datt út í hylin. Bóghvítuhvalurin kom eftir henni og dró hana til botns. Hesin bóghvítuhvalurin er umleið 30 ára gomul hon og vigar umleið 6 tons. Hon eiturTilikum, ið merkir vinur, og hon hevur verið íSea World seinastu átjan árini. 40 ára gamlaDawn Brancheau var ein av mest royndu starvsfólkunum og von at vera um hesarhvalir.Sea World íFlorida er sera kent fyri framførslur sínar við bóghvítuhvalum,delfinum ogkópum, men tað er eftir øllum at døma ikki av ongum, at bóghvítuhvalur áenskum verður nevndurkiller whale.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
Heintað frá "https://fo.wikipedia.org/w/index.php?title=Bóghvítuhvalur&oldid=366162"
Bólkar:

[8]ページ先頭

©2009-2025 Movatter.jp